Trongisvágsøgnin um frítíðarskúlan

   

Jón Guttesen
Tvøroyri
????
Beikst skal við søtum svølgjast, og hetta er søgnin um ein gamlan býráðslim á Tvøroyri ið hevði framt eina beistagerð. Hetta er søgnin um býráðið og borgastjórin ið høvdu hjálpt honum og ein einsamallan námsfrøðing sum ikki vildi kúgast. Beistagerðin er framd og friður ræður enn einaferð á Tvøroyri.
Tó, friður er tað ikki ið ræður eftir sovornað beistagerð. Heldur er tað tøgn ið ræður. Enn einaferð er órættur framdur, og tvørafólkið gongur sína dagligu gongd. Sær ikki og letist ikki sýggja henda órætt ið er framdur.
Kann verða at ein beiskur smakkur er í muðunum hjá teimum rættvísu, kann verða at sorg er at hóma í hjørtunum hjá teimum hjartagóðu. Men tøgn ræður tó.
So við eitt er eitt buldur á býráðsskrivstovuni. Tað er borgarstjórin ið er vaknaður og er dottin av stólinum. Námsfrøðingurin hevur gjørt vart við at óreglusemi, lógarbrot og órættur er farin fram, og býráðslimurin gamli er komin brestandi inn á borgarstjóran.
Hetta lata teir sær als ikki linda, og nú byrjar orrustan móti einsamalla námsfrøðinginum.
Býráðslimurin gamli eigur fleiri vápn og nú verða bæði tey stórstu tikin fram: Slatur og Sley. Gjøgnum ár og dag hava hesi vápnini tant honum væl og vápnini skulu vísa seg at verða almikil enn eina ferð.
Fyrst skal Tvørafólkið sleppa at sýggja hesi almektigu vápn í nýtslu. Tvørafólkið er hampafólk og góðtrúgvi fólk og tá skot omaná skot verða latin av, hava Tvørafólkið ikki annað fyri, enn at trúgva hesum.
Og námsfrøðingurin sýnist bæði eitt og annað. Fyrst verður hann gjørdur til eina barnaetandi huldu og eitt skrýmsil á at líknað - ikki heilt ólík gamla býráðsliminum. Síðan verður hann gjørdur til eitt klandrivætti og hysteriskur sum eingin - ikki heilt ólík gamla býráðsliminum. Og til siðst verður hann gjørdur óegnaður til at leiða ? ikki heilt ólík býráðslimunum.
Í meðan hevur Landsstýrismaðurin verðið og vitja okkara bý, hevur sett freistir trýggjar og latist verða øðiliga harmur og illur um málið alt.
Námsfrøðingarnir hava ressast, sett ryggsekk og guitar frá sær og hava stevnt Landstýrismanninum.
Tá hevur Landstýrismaðurin ikki annað fyri enn at talað at, og krevjað at rættlag kemur í okkara viðurskifti.
So nú eru menn ikki blíðir á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, nú teir hava fingið harraboð úr Havn.
Men vápnini hjá gamla býráðsliminum kunnu eisini nýtast á landstýrismenn.
Tí verður sama slatri og sleyðið nú latið í nýggjan ham. Nú eru tær haldgóðar og sakligar grundgevingar. Nú eru tær sannleiki og verða boðreiddar á landsins hægstu umsiting.
Tí søgnin er í dag ikki at enda komin, nú Landsstýrismaðurin sessast til borðs.
Men tað er eingin andsøgn í at eingin kemur heilur úr hesari søgnini, og at fáur vinnur á slatri og sleygi.