Trongt á arbeiðsmarknaðinum

Nú er somikið trongt á arbeiðsmarknaðinum, at næstan allir føroyingar eru í arbeiði. Og skulu størv mannast, verður tað mangan av fólki, sum rýmir úr øðrum starvi. Í januar í ár vóru 900 fleiri løntakarar enn í januar í fjør

Av Hagstovuni verður sagt, at eftir trý ár við ongum vøkstri, er talið av løntakarum nú farið at vaksa við út ímóti somu ferð, sum í nítiárunum.

Frá 2003 til 2006 stóð talið av løntakarum mestsum í stað, men frá miðjum ári í 2006 er rættulig ferð komin á arbeiðsmarknaðin, so at løntakararnir í januar í ár vóru 900 fleiri enn í januar í fjør. Í prosentum er hesin vøksturin 3,6 prosent.

Tølini eru øll grundað á árstíðarjavnaðu uppgerðina av løntakarum, sum Hagstovan letur gera, og vísa tey hækkandi vøkstur seinasta árið.


Nærum onki arbeiðsloysi

Løntakararnir í Føroyum vóru um ársskiftið á leið 25.400 í tali. Við ársbyrjan 1995 vóru teir um 18.000, og er talið sostatt vaksið við 7.400 hesi seinastu 12 árini.

Øll árini fram til 1999 var arbeiðsloysi meira enn 5 prosent, so at tøk arbeiðsmegi var til ein fittan part av størvunum, sum vórðu boðin fram. Í 1995 vóru 13 prosent arbeiðsleys, í 1996 vóru 10 prosent arbeiðsleys - og so minkaði arbeiðsloysið støðugt sum árini liðu, til arbeiðsloysið var um 3 prosent í 2001.


Stórur eftirspurningur

Sambært Hagstovuni vaks løntakaratalið tí so hvørt sum arbeiðsloysið minkaði. Somu árini fluttu eisini væl fleiri fólk heim til Føroya enn av landinum, og nógv teirra komu heim at starvast sum løntakarar. At eftirspurningurin eftir arbeiðsfólki er stór í hesum tíðum, sæst av, at arbeiðsloysið er at kalla einki. Ongar kanningar verða gjørdar her á landi av eftirspurningi eftir starvsfólki, men eftir lýsingunum í bløðunum at døma, er tørvurin rættiliga stórur, verður sagt.


Skifta millum størvini

Tað er heldur útboðið av skikkaðum starvsfólki, sum er avmarkingin í løtuni. Seinastu uppgerðirnar vísa, at arbeiðsloysið í løtuni er lægri enn 2 prosent, sum er óvanliga lítið. Hetta merkir so eisini, at skulu størvini mannast, verður tað mangan av fólki, sum samstundis rýmir úr øðrum starvi.


Fleiri flyta enn koma

Tí kann vøksturin valla halda fram uttan, at fólkatalið veksur við innfluttum fólki. Seinastu trý árini hevur gongdin kortini verið tann øvugta – at fleiri fólk fluttu av landinum, enn til Føroya. Nógvar orsakir kunnu vera til tess, bæði vánaligir búsetingarmøguleikar, lágt lønarlag, vánaligt veðurlag ella aðrar góðar grundir.

Veðrið fáa vit einki gjørt við, men sosialu korini - eitt nú møguleikar fyri búseting og barnaansing - ber til hjá myndugleikunum at bøta um. Hampiliga stórar útstykkingar og bústaðabyggingar eru í umbúna, og fara at hjálpa nakað upp á trupulleikarnar, men valla so skjótt og so nógv, sum bráðtørvur er á, sigur Hagstovan.