Tropisk ódn nærkast Azorunum

Tropiska ódnin "Gordon", sum í løtuni er ein ódn í flokki 2, er í útsynning úr Azorunum og gongur í ein landnyrðing ímóti oyggjunum. Tað hevur fingið veðurtænastuna at boða frá ódn á teimum eystastu oyggjunum, Santa Maria og serliga teirri væl umtóktu frítíðaroynni São Miguel.

Veðurmenninir siga, at "Gordon" kann vikna eitt sindur, tí sjógvurin er ikki so heitur har, men teir vænta kortini, at ódnin verður í flokki 1, tá hon ber við land.

Sambært veðurtænastuni fer "Gordon" at hava ómetaliga nógv regn við sær umframt brim og nógvan vind.