Troyggja hjá Dianu seld fyri átta miljónir krónur

BBC veit at siga, at troyggjan nýliga er funnin á loftinum hjá framleiðaranum saman við einum brævi, sum persónligi skrivarin hjá Dianu hevur skrivað.

Her hongur troyggjan hjá Dianu til framsýningar í uppboðssøluhúsinum, Sotheby's í London.

Eitt av ímyndarligastu klædnapløggunum hjá Dianu, prinsessu - ein troyggja við seyðamynstri - er seld fyri slakar átta miljónir danskar krónur.

 

Troyggjan varð seld á uppboði í Sotheby's í London. BBC veit at siga, at prísurin er hin hægsti, sum nakað, ið Diana hevur átt, er selt fyri tey seinastu árini.

 

Bilurin hjá Dianu, ein Ford Escort, varð í fjør seldur fyri 5,2 miljónir danskar krónur.

 

Reyða troyggjan hevur, soleiðis sum myndirnar vísa, seyðamynstur, og tað sermerkta er, at her er ein svartur seyður millum allar teir hvítu.

 

BBC setir mynstrið á troyggjuni í samband við støðuna hjá Dianu, prinsessu í bretsku kongafamiljuni.

 

##med2##

 

Sagt verður, at Diana fyrstu ferð var í hesi troyggju ein mánað, áðrenn hon gifti seg við Charles, sum tá var bretskur krúnprinsur.

 

Reuters veit at siga, at troyggjan nýliga er funnin á loftinum hjá framleiðaranum saman við einum brævi, sum persónligi skrivarin hjá Dianu hevur skrivað.

 

Tað var í august í 1997, at Diana Spencer læt lív í einari ferðsluvanlukku í franska høvuðsstaðnum, París. 

 

Her hongur troyggjan hjá Dianu til framsýningar í uppboðssøluhúsinum, Sotheby's í London.