Í dag koma gøtumenn aftur úr Ungarn, og í morgin fara teir um Leirvíksfjørð at dystast móti klaksvíkingum. GÍ hevur mist møguleikan fyri Europa Cup luttøku komandi ár, men teir royna at billa sær inn, at teir hava møguleika at røkka Intertoto Cup.
KÍ hevur framvegis ein lítlan møguleika at vinna FM, og tað spæla teir fyri, og undir øllum umstøðum vilja teir hava næstfremsta plássið, sum B36 hóttir teir á.
Brøður leikbannaðir
Pauli og Magni Jarnskor fingu gult kort, tá GÍ tapti móti HB, og tað rakti meint, tí báðir fara at sita uttanfyri við leikbanni í morgin.
Tá GÍ knøpp tvey samdøgur eftir fyrra Europa Cup dystin tapti í Vági var tað týðuligt, at fleiri spælarar ikki vóru komnir fyri seg eftir altjóða stíðið. Við hesari royndini í huga kann tað hugsast, at Johan Nielsen velur at gera onkrar broytingar eftir møðsomu ferðina og stóra tapið í Budapest.
Kortini svíða
Kurt Mørkøre var leikbannaður, tá KÍ var í Runavík, men hann er við aftur. Tað er John Hansen, sum hevur drigist við ein lærskaða, eisini, og Jan Joensen verður helst við í hópinum og kanska á vøllinum. Hann hevur vant við brotnum kjálkabeini, men nú skuldi tað verið samanaftur voksið. Allan Joensen hevur verið smáskaddur, men hann verður við.
Harley Bertholdsen og Soran Mancic fingu reyða kortið í Runavík og eru tískil leikbannaðir. Rógvi Jacobsen fekk gult kort og er eisini leikbannaður. Tað hevur ljóðað, at onkur klaksvíkingur skuldi fáa reyða kortið í umklæðingarrúminum, men frá FSF hava vit fingið at vita, at hetta er ikki so.
Tá KÍ var í Gøtu endaði tað 2-2. Í fjør vann GÍ 5-4 í Klaksvík, og minnisríka stríðið í 1996, tá Jens Martin Knudsen varð rikin av vølli, og Kurt Mørkøre lat seg skifta út, endaði við 1-0 sigri til KÍ.