? Tá fólk siga, at vit við vilja ikki møta upp til dystir, tí vit ikki hava hug til at flyta upp í 1. deild, so er tað nakað humbukk og tvætl.
Tað sigur Trúgvi Mortensen, ið er við á NSÍ-liðnum, sum í løtuni hevur góðar møguleikar fyri at flyta upp í 1. deild.
Fimm lið eru í 2. deild: StÍF, Kyndil, Neistin, VÍF og NSÍ. Av tí at øll liðini uttan NSÍ eisini hava lið í 1. deild, kunnu tey ikki flyta upp uttan so, at 1. deildarliðið hjá teimum flytir niður.
Neistin sær út til at flyta niður í 1. deild, og 2. deildarliðið hjá Neistanum hevur ongan møguleika fyri at flyta upp. NSÍ liggur væl fyri til at flyta upp, men í seinastuni hava teir havt trupult við at manna lið, og tí eru tveir av dystunum hjá teimum í seinastuni ? móti VÍF og StÍF ? ikki spældir.
? Vit hava ikki serliga stóran hóp, og um onkur fellur frá, er sera torført hjá okkum at fáa liðið mannað, sigur Trúgvi Mortensen.
Hann avsannar, at NSÍ við vilja ikki møtir upp til dystirnar, tí teir ikki hava hug til at flyta upp í 1. deild. Hetta hevði annars kunnað bjarga Neistanum í 1, deild við tað, at einki lið hevði flutt upp.
? Hasar søgurnar eru tiknar úr leysum lofti, sigur Trúgvi Mortensen.
? Til dystin í Vestmanna fingu vit tvey avboð í seinastu løtu, og vit royndu eisini at fáa bæði tann dystin og tann móti StÍF fluttan ? uttan eydnu, sigur hann.
Tveir døma og
ein er venjari
Trúgvi vísir á, at tveir av føstu spælarunum á NSÍ-liðnum eisini døma í 1. deild, og ofta fellur hetta saman, so hesir báðir ikki kunnu spæla.
Og harafturat er Jens Martin Knudsen, sum spælir við NSÍ, ofta upptikin av kvinnuliðnum hjá GÍ, sum hann er venjari hjá.
? Eg haldi eisini, at tað sigur rættiliga nógv um støðið í 2. deild, at vit kunnu liggja l fyri, sum vit gera, heldur Trúgvi Mortensen.
? Vit hava ikki meir enn 7-8 spælarar, vit hava ongan venjara, og vit skiftast um at geva boð til dystirnar. Allíkavæl klára vit at vinna ein landskappingardyst móti Neistanum við eini 20 málum. Tað er rættiliga langt úti, sigur Trúgvi.
? Men flyta vit upp, so flyta vit upp. Hvussu vit so fara at klára okkum í 1. deild, er ein heilt onnur søga, men tað er ikki soleiðis, at vit við vilja royna at sleppa undan uppflyting, sigur hann.