Amerikanski forsetin, Donald Trump, kann vera á gáttini til ógvusligar broytingar í amerikanska uttanríkisráðnum.
Tað skrivar The New York Times, sum hevur fingið atgongd til eitt uppskot til forsetafyriskipan.
Sambært amerikanska blaðnum leggur uppskotið upp til eina ógvusliga umskipan av uttanríkisráðnum, herundir at steðga so at siga øllum arbeiði í Afrika og at lata sendistovur og konsulát um alt meginlandið aftur.
Harumframt er skotið upp at steingja skrivstovur í amerikanska uttanríkisráðnum, sum fáast við veðurlagsbroytingar og flóttafólkaspurningar, umframt fólkaræði og mannarættindi.
Endamálið við kunngerðini er at áleggja eina "disciplineraða umskipan" av uttanríkisráðnum, samstundis sum "svinn, svik og misnýtsla" verður minkað, stendur í uppskotinum á 16 síðum, sambært The New York Times.
Sambært blaðnum kann forsetafyriskipanin verða undirskrivað av Trump innan fáar dagar. Verður hetta veruleiki, skal Uttanríkisráðið seta broytingarnar í verk í seinasta lagi 1. oktober, stendur í tí.
New York Times leggur dent á, at broytingar kunnu gerast í kunngerðini, áðrenn Trump skrivar undir skjalið.
Hvørki Hvítu Húsini ella amerikanska uttanríkisráðið hava gjørt viðmerkingar til málið fyri blaðnum.
Á X avvísir amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, søguna sunnudagin:
- Hetta eru følsk tíðindi. New York Times er enn einaferð vorðið offur fyri einum sviki.
Amerikanski forsetin hevur, sínar fyrstu mánaðir á Ovalu Skrivstovuni, sveiggjað pennin yvir eina fleiri forsetafyriskipanum.
Hann hevur millum annað undirskrivað eini forsetaboð sum taka USA úr Parísavtaluni og Heimsheilsustovninum WHO.
Trump-stjórnin hevur eisini avgjørt at steðga meginpartinum av menningarætlanunum hjá USAID um allan heimin.
USAID er stovnurin hjá USA fyri menningarhjálp og heimsins størsti einstaki gevari. Í 2023 útgoldi stovnurin 72 milliardir dollarar í menningarhjálp.
/Ritzau/