Í dag hevur Donald Trump lagt út eitt uppslag á sosiala miðil sín, Truth Social, sum hevur júst somu orðingar sum eitt uppslag, sum hann legði út í november í fjør. Her endurtekur hann hóttan sína móti BRIKS-londunum. (Arkivmynd). - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix

Trump endurtekur hóttanina móti BRIKS-londunum um revsitoll

BRIKS-londini verða útihýst frá amerikanska marknaðinum, um tey koma við nýggjum gjaldoyra, endurtekur Trump.

Í dag hevur Donald Trump lagt út eitt uppslag á sosiala miðil sín, Truth Social, sum hevur júst somu orðingar sum eitt uppslag, sum hann legði út í november í fjør. Her endurtekur hann hóttan sína móti BRIKS-londunum. (Arkivmynd). - Mynd: Roberto Schmidt/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, endurtók í dag hóttan sína um at leggja 100 prosent toll á, um sokallaðu BRIKS-londini royna at seta nýtt gjaldoyra á stovn.

Hetta skrivar hann á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Hetta er eisini galdandi, um BRIKS stuðlar einum øðrum gjaldoyra enn amerikanska dollaranum sum heimsins fremsta gjaldoyra.

– Tankin um, at BRIKS-londini royna at flyta seg burtur frá dollaranum, meðan vit standa og hyggja, er fortíð, skrivar Trump.

Í løtuni eru tíggju limalond í BRIKS-samstarvinum.

Teir fimm stóru vakstrarbúskapirnir Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika hava skrivað undir samgonguna.

Í januar í ár varð samstarvið víðkað við Indonesia, og fyri einum ári síðani gjørdust Egyptaland, Etiopia, Iran og Sameindu Arabisku Emiratini limir.

Hóttanin kemur dagin fyri freistina, sum Trump hevur sett at seta revsitoll á grannalondini Kanada og Meksiko.

Um londini ikki steðga ólógligari innflyting og streyminum av opioidinum fentanyl til USA innan 1. februar, fer USA at seta revsitoll uppá 25 prosent á teirra vørur.

Og BRIKS-londini fáa líknandi revsing, um tey vilja skapa eitt nýtt gjaldoyra at kappast við dollaran.

– Vit fara at krevja av hesum eftir øllum at døma fíggindaliga sinnaðu londunum, at tey hvørki skapa eitt nýtt BRIKS-gjaldoyra ella stuðla einum øðrum gjaldoyra, sum er ætlað at avloysa tann veldiga amerikanska dollaran, skrivar Trump.

Gera tey tað kortini, so verða tey raktir av 100 prosent revsitolli og skulu vænta at siga farvæl við at selja á frálíka amerikanska marknaðinum, skrivar hann.

Útsøgnin hjá Trump hevur júst somu orðing sum eitt innlegg frá forsetanum, sum varð lagt út 30. november í fjør.

Umframt BRIkS-londini, Kanada og Meksiko hevur Trump eisini hótt Kina - sum er limur í BRIKS - við revsitolli uppá 10 prosent frá 1. februar.

Orsøkin til hetta er sambært Trump ein ójavnvág í handlinum, og at landið eftir øllum at døma hevur ein leiklut í streyminum av fentanyl til USA.

/Ritzau/