Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer at leggja tíggju prosent eyka toll á lond, sum stuðla politikki frá BRICS-londunum - sum forsetin kallar anti-amerikanskan.
Hetta skrivaði hann í nátt í einum uppslagi á sosiala miðli sínum, Truth Social.
- Eitt og hvørt land, sum stuðlar anti-amerikanska politikkinum frá BRICS-londunum, verður álagt ein toll uppá tíggju prosent afturat. Tað verða eingi undantøk frá hesum politikki, skrivar hann.
Trump greiðir ikki frá í uppslagnum, hvønn politikk frá BRICS-londunum, hann heldur vera anti-amerikanskan.
BRICS-londini savnast í hesum døgum til toppfund í Rio de Janeiro í Brasil. Tey 11 londini sendu sunnukvøldið út eina felags yvirlýsing, har tey skrivaðu, at tey eru stúrin fyri tí, tey nevna tilvildarligan toll.
- Vit hava álvarsligar stúranir um hækkingina av einsæris toll- og uttan tolltiltøkum, sum skeikla samhandilin og eru ósambærlig við reglurnar hjá Heimshandilsfelagsskapinum WTO, skriva BRICS-londini í fráboðanini.
Hóast Trump ikki verður nevndur beinleiðis í fráboðanini, skrivar tíðindastovan AFP, at tað júst eru innflutningstollurin hjá amerikanska forsetanum, sum víst verður til í fráboðanini.
BRICS-londini lýsa eisini tollin sum ólógligan og valdsligan. Tey halda, at tollpolitikkurin er í vanda fyri at skaða alheimshandilin, órógva alheims veitingarketurnar og skapa óvissu í altjóða handlinum.
##med2##
Donald Trump kunngjørdi fyrst í apríl amerikanskan innflutningstoll á vørur úr so at siga øllum londum í heiminum.
BRICS-samstarvið var upprunaliga samansett av stóru búskapunum uttan fyri vesturlond, Brasil, Russland, India, Kina og Suðurafrika. Tað varð stovnað í 2009 við Russlandi sum upphavsmanni.
Í fjør varð BRICS-samstarvið víðkað til eisini at fevna um Egyptaland, Etiopia, Indonesia, Iran, Saudiarabia og Sameindu Arabisku Emiratini.
Tey 11 londini umboða umleið 40 prosent av alheims bruttotjóðarúrtøkuni.
Toppfundurin í Rio de Janeiro byrjaði í gjár og endar í dag.
/Ritzau/