Trump og konan noyddust at neyðlenda í tyrlu

Forsetatyrlan fekk trupulleikar við hydraulikkinum, tá Donald Trump og Melania Trump vóru á veg til Stansted-flogvøllin í London

Á veg heim úr Stórabretlandi, har amerikanski forsetin og kona hansara hava verið á vitjan, noyddist ein tyrla við teimum báðum at neyðlenda.

 

- Forsetatyrlan fekk trupulleikar við hydraulikkinum, tá Donald Trump og Melania Trump vóru á veg úr Chequers til Stansted-flogvøllin í London í dag.

 

Daily Mail skrivar, at orsakað av einum minni hydrauliskum trupuleika og við stórum varsemi lendi tyrluskiparin, áðrenn tey komu til floghavnina í Stansted.

 

Tíðindaskrivarin í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitte, váttar hendingina sambært Daily Mail.

 

##med2##

 

Sagt verður, at tyrlan við forsetahjúnunum lendi í Luton Floghavnini, har forsetin og forsetafrúan fóru í eina aðra tyrlu.

 

Seinnu sluppu tey, sum ætlað, umborð í Air Force One-flogfarið, sum flutti tey vestur um hav.