Trump og Putin tosaðu saman um Ukraina

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í eini nærum 90 minuttir langari telefonsamrøðu við russiska forsetan, Vladimir Putin, boðið sær at hjálpa til við at finna eina loysn á krígnum í Ukraina.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin, tosaðu leygardagin í nærum 90 minuttir um kríggið í Ukraina og møguleikarnar fyri at fáa í lag eina friðaravtalu. Mynd: Kevin Lamarque/Reuters/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Putin, Jurij Usjakov, sambært Reuters.

 

Sambært Usjakov segði Trump, at amerikansku serligu sendimenninir, Steve Witkoff og Jared Kushner, fara at halda fram við royndunum at fáa eina friðaravtalu í lag. Teir eru eisini sinnaðir at vitja Moskva aftur.

 

Forsetarnir umrøddu støðuna í Ukraina undan Nato-toppfundinum, sum verður hildin í Ankara í Turkalandi í komandi viku.

 

Fyrr leygardagin hevði Trump eisini telefonsamrøðu við ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

 

Eftir samrøðuna skrivaði Zelenskyj á X, at hann hevði havt eina sera góða samrøðu við Trump um støðuna á vígvøllinum.

 

– Tað er ein veruligur møguleiki at fáa enda á hesum krígnum, og amerikansk staðfesti fer at hava avgerandi týdning, skrivaðing Zelenskyj.

 

Sambært ukrainska forsetanum samdust báðir um at halda fram við samráðingunum á Nato-toppfundinum, har stjórnarleiðarar úr 32 londum verða við.

 

Sambært Usjakov greiddi Putin Trump frá tí, hann kallaði «veruligu støðuni á vígvøllinum», har russisku herdeildirnar sambært honum flyta seg trygt fram.

 

AFP skrivar tó, at russisku herdeildirnar hava gjørt lítil framstig seinastu mánaðirnar. Ein orsøk er vaksandi nýtslan av dronum, sum ger tað torført at brúka tung hernaðarkoyritól og hevur kostað báðum pørtum stór tap.

 

Samráðingarnar eru framvegis á einum fastlæstum støði. Russland krevur, at Ukraina letur frá sær allan Donetsk-landspartin, men tí kravinum vísir Ukraina aftur.

 

Kelda: Reuters/Ritzau.

 

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og russiski forsetin, Vladimir Putin, tosaðu leygardagin í nærum 90 minuttir um kríggið í Ukraina og møguleikarnar fyri at fáa í lag eina friðaravtalu. Mynd: Kevin Lamarque/Reuters/Ritzau Scanpix