Trump vísir suðurafrikanska forsetanum video av fólkadrápi

Trump sigur á einum tíðindafundi, at hvítir bøndur í Suðurafrika verða dripnir og jørð teirra stolin.

Suðurafrikaski forsetin, Cyril Ramaphosa, vitjar í Hvítu Húsunum í dag. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Amerikanski forsetin, Donald Trump, vísti í dag suðurafrikanska forsetanum, Cyril Ramaphosa, videobrot, sum vísa tað sum eftir øllum at døma er fólkadráp av hvítum fólki í Suðurafrika.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Hetta hendir undir vitjanini hjá Ramaphosa í Hvítu Húsunum.

Suðurafrikanski forsetin situr stillur og hyggur at videobrotunum undir einum tíðindafundi og sigur seg vilja vita, hvaðani videobrotini eru.

- Tí hetta havi eg ongantíð sæð áður, sigur hann.

Onkur frá suðurafrikansku sendinevndini sigur, at videobrotini eru gjørd av andstøðupolitikarum í Suðurafrika.

Trump sigur eisini á tíðindafundinum, at hvítir bøndur í Suðurafrika verða dripnir og jørð teirra stolin.

Reuters lýsir pástandirnar hjá Trump um fólkadráp móti hvítum fólki í Suðurafrika sum løgnar.

Í dag avsannaði Ramaphosa eisini, at hvít fólk eru óproportionelt sett í sambandi við kriminellar gerðir.

Suðurafrikanski forsetin ásannar, at tað er nógv brotsverk í Suðurafrika, men at meginparturin av ofrunum, sambært honum, eru svørt.

Trump hevur eisini havt ymiskar prentaðar pappírsgreinar við á fundin í dag, sum hann sigur vísa hvítar suðurafrikanarar, sum eru dripnir.

”Deyður, deyður,” sigur hann og blaðar ígjøgnum pappírini.

Fundurin millum teir báðar fer fram, eftir at Trump fleiri ferðir hevur ákært eina suðurafrikanska lóg fyri at frátaka hvítum bøndum teirra jørð í landinum.

Í mars segði hann, at bøndurnir og familjur teirra vóru vælkomnir í USA, um teir hildu tað vera neyðugt at flýggja úr Suðurafrika.

Avgerðin hjá forsetanum um at bjóða hvítu bóndunum friðskjól í USA hevur lagt sjógv millum í USA og Suðurafrika.

Myndugleikarnir hava sagt, at Trump-stjórnin blandar seg uppí eitt innanríkispolitiskt mál, sum hon ikki skilir.

Viðurskiftini millum USA og Suðurafrika eru í løtuni spent.

 

/Ritzau/

 

Suðurafrikaski forsetin, Cyril Ramaphosa, vitjar í Hvítu Húsunum í dag. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters