Trump ynskir Putin tillukku við stóra fangaskiftinum

Biden og Harris gjørdu eina ræðuliga avtalu við Russland og lótu nakrar av teimum ringastu drápsmonnunum fara, sigur Trump.

 

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, talar leygardagin á stevnu í Atlanta í Georgia, har hann kritiserar umfatandi fangaskifti við Russland og Hvítarussland. - Mynd: Megan Varner/Reuters

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, ynskir russiska forsetanum, Vladimir Putin, tillukku við fangaskiftinum í síðstu viku millum Russland, Hvítarussland og fleiri lond í vesturheiminum.

Tað segði Trump leygardagin á einum veljarafundi í Atlanta í amerikanska statinum Georgia.

Trump er forsetavalevni hjá republikanska flokkinum á komandi valinum í USA.

- Eg fari at ynskja Vladimir Putin hjartaliga tillukku við at hava gjørt eina nýggja glæsiliga avtalu, segði hann sambært tíðindastovuni dpa.

Sambært blaðnum Washington Post var tað helst ætlanin hjá Trump at útstilla Joe Biden forseta og Kamala Harris varaforseta, sum hóskvøldið persónliga høvdu møtt upp á flogstøð nærhendis Washington fyri at taka ímóti amerikansku fangunum, sum vóru partur av skiftisavtaluni. At Biden og Harris stóðu aftanfyri eina ringa avtalu.

- Tey sleptu nøkrum av teimum ringastu drápsmonnunum nakrastaðni í heiminum. Og teir fingu nakrar av teimum ringasta drápsmonnunum (Russland red.), segði Trump.

- Og vit fingu okkara fólk aftur, men puha, vit gjørdu nakrar ræðuligar, ræðuligar avtalur. Tað er gott at kunna siga, at vit fingu tey aftur, men setur tað ikki eitt ringt fordømi?

26 fangar - 10 russar og 16 úr vesturheiminum - vóru við í skiftinum. Teir amerikanarar, sum vórðu latnir leysir, vóru tíðindamaðurin hjá Wall Street Journal, Evan Gershkovich, fyrrverandi Marine Paul Whelan og amerikanski-russiskur tíðindamaðurin Alsu Kurmasheva.

/ritzau/

 

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, talar leygardagin á stevnu í Atlanta í Georgia, har hann kritiserar umfatandi fangaskifti við Russland og Hvítarussland. - Mynd: Megan Varner/Reuters