– Hesi árini vóru uttan samanbering tey mest dramatisku í okkara nýggjaru politisku søgu. Eingin tosaði um annað enn politiska stríðið. Frontarnir bóru nógvir. Ein øgiliga orka bleiv brúkt. Og tað kostaði nógvar skattakrónur.
Tað segði Sjúrður Skaale, tá hann í september gav út bókina »Tá Føroyar skuldu loysa«, har hann millum annað hevur likið út trúnaðarupplýsingar. Sjúrður Skaale arbeiddi sum embætismaður í Tinganesi undir fullveldislandsstýrinum og var soleiðis partur av fullveldissamráðingunum. Hann hevur ført dagbók ta tíðina, og tað er úr dagbókini og minninum, at hann hevur upplýsingarnar, segði hann tá.
– Hvat blivu hesar skattakrónur brúktar til? Hvat hendi aftan fyri leiktjøldini í Tinganesi? Hvat hendi á Christiansborg? Hví vildu so nógvir føroyingar brádliga hava loysing í 1998? Hví bleiv stríðið so ófatiliga hart og beiskt? Og hvat kom burturúr? spurdi Sjúrður Skaale í kronikk í Sosialinum september.
– Tað hava veljarar og skattgjaldarar krav uppá at vita. Annars læra vit einki av tí. Og tað er orsøkin til, at bókin er skrivað, segði hann.
Sjúrður Skaale veit ikki, um tað er revsivert, sum hann hevur gjørt. Hann segði við Sosialin í september, at hann hevur kannað viðurskiftini hjá løgfrøðingum. Niðurstøðan var, at hann ikki kann revsast fyri tað, sum hann hevur gjørt.
Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, hevur sett løgmanni fyrispurning um skjølini í sambandi við fullveldissamráðingarnar, og hetta verður eisini evnið í Radaranum í útvarpinum seinnapartin.