Eingin vildi trúð at Thierry Henry fór at venda Arsenal bakið, og nógv kallaðu hann Mr. Arsenal. Hann hevur trúðfastur verið ein stór drívmegi hjá Arsenal, men velur nú at skifta mentanina út í London við eitt nýtt ævintýr í spanska stórbýnum, Barcelona.
- Hetta hevur tikið sína tíð, og eingin væntaði eg fór úr Arsenal. Eg havi hoyrt sannleikar og lygnir í bløðunum, og hetta gjørdi tað ikki frægari. Hetta var truplasta avgerð í lívi mínum, sigur Thierry Henry, og heldur fram, at
Arsenal og FC Barcelona eru einastu feløgini í heiminum, sum hann kundi hugsað sær at spælt við.