Trupulleikar á rækju-og laksamarknaðinum

Við atliti til torføru støðuna hjá rækjuflotanum, hevur Fiskasølan niðurskrivað virðini av partabrøvum í rækjuskipum.
Fiskasølan eigur 30% í alifelagnum, East Salmon, men felagið hevði ikki ? eins og flestu onnur alifeløg ? hall í 2002


Fiskasøla

Endamálið hjá Fiskasøluni er at marknaðarføra føroyskar og aðrar fiskavørur á altjóða marknaðinum, og málið hjá sølufyritøkuni er at vera fremsti útflytarin av føroyskt framleiddum fiskaúrdráttum til brúkarar í Evropu, USA og Fjareystri.

Rækjuvinnan

Í ársfrágreiðing felagsins verður víst á, at marknaðurin fyri rækjur, bæði skalrækjur og pilkaðar rækjur, var - eins og í 2001 - sera vánaligur í 2002.
  - Góði fiskiskapurin í Kanada og Grønlandi hevði við sær, at útboðið framvegis er størri enn eftirspurningurin. Saman við einum falli í dollaranum uppá 14%, hevur prísstøðið verið á einum lágum støði eftir metstóra prísfallið í 2001. Føroyska rækjuvinnan er tí sum heild í svárari kreppu.
  Í sambandi við støðuna hjá rækjuflotanum, hevur Fiskasølan í ársroknskapinum fyri 2002 niðurskrivað virðini av partabrøvunum í P/F Vaðanes, sum eigur M/tr Ocean Pride, við 1 milj. krónum. Harumframt er meirvirðið í mun til innara virðið av partabrøvunum í P/F Líðini, sum eigur M/tr Arctic Viking, serniðurskrivað við 4,1 milj. krónum.

Laksavinnan

Um laksavinnuna, sigur Fiskasølan, at her hevur prísstøðið á heilum feskum laksi verið javnt lágt, umleið 20 kr. fyri kg. Metingarnar hjá serfrøðingum um, at prísirnir fóru at hækka seinasta ársfjórðing í fjør, hildu ikki.
  - Orsakað av lága prísstøðinum saman við fiskasjúkunum, serliga ILA, er alivinnan sum heild í kreppu.
  Fiskasølan eigur 30% í alifelagnum, P/F East Salmon, men í mun til flestu alifeløg annars, hevði felagið ikki hall í 2002.
  - Tískil tyngdi hetta virksemi hjá okkum ikki um roknskapin í 2002, sigur Fiskasølan.