Tekniskir trupulleikar við einum flogfari hava broytingar við sær í flogferðsluni hjá Atlantsflog í morgin, hósdagin.
Tí hava tey lagt saman flogrutuna til Bergen í Noreg og Billund í Danmark í morgin. Hetta flogfarið, við ferðafólkunum, sum skuldu við RC430 til Bergen og RC470 til Billund, fer úr Vágum kl. 16:55
RC471 úr Billund til Vágar fer úr Billund kl. 15:00 og væntast í Vágum kl. 16:00
RC459 úr Keypmannahavn fer til tíðina kl. 18:30, men flýgur til Vágar via Bergen fyri at taka ferðafólkini, ið skuldu við RC433, við. Fráferð úr Bergen er kl. 20:00 við komu í Vágum kl. 20:15, sigur Atlantsflog í fráboðan í kvøld.
– Vit heita á ferðafólk okkara um at fylgja við flogferðsluni á heimasíðu okkara www.atlantic.fo, skrivar Atlantsflog.