Eg var á páskavitjan í Føroyum, og meðan eg sat í bilinum uttanfyri ein handil í Vági, og bíðaði eftir systur míni, sá eg, at ein lítil drongur bleiv happaður av øðrum. Hann stóð saman við fimm eldri dreingjum, og teir róptu eftir honum, og bóðu hann fara heim til mammu sína at slatra. Drongurin græt inn ímillum, og flenti og royndi at spæla við inn ímillum. Men tað riggaði ikki ordiliga hjá honum. Teir vildu ikki hava hann við.
Vit vita øll hvat vit eiga at gera í slíkum støðum. Vit eru tey vaksnu, og vit eiga at tala at, tá ið órættvísi fer fram. Og tó...
Eg sat í bilinum, og 1000 tankar fóru ígjøgnum høvdið meðan eg bíðaði eftir systur míni. Skal eg fara út? Er tað kiksað? Hví gera hini fólkini í bilinum við síðurnar av einki? Vita tey kanska hvør drongurin er? Eru tað foreldrini hjá honum? Hvar eru foreldrini hjá honum? Er drongurin kanska dottin, og tí grætur hann? Hvussu skal eg reagera? Eg má gera okkurt.. Okey, eg koyri vindeyga niður, og hyggi ónt eftir teimum. Kanska teir steðga so. Eg má spyrja systur mína tá hon kemur. Kanska skal eg koyra lítla drongin heim. Nei, hann býr nokk beint við.
Og so kom systur mín, og tankin gjørdist "nei gotter, eg má heldur fara. Eg skilji ikki støðuna allíkavæl, og tá ið eingin annar ger nakað, so má tað vera ein orsøk til tað".
Hetta er ein vika síðani, og eg havi enn ringa samvitsku. Ikki tí, eg fekk fortalt eftirfylgjandi, at hesin lítli drongurin í veruleikanum er tann, sum plagar at happa onnur. Men álvaratos, hvønn mun ger tað. Tað snýr seg í síðsta enda um, at vit vaksnu meina og trúgva, at vit sjálvandi høvdu gjørt nakað, um vit sóu okkurt órættvíst fara fram.
Vit halda øll, at vit høvdu sagt frá, tala at, vart tey veiku, og reist okkum upp fyri tí sum vit vita er rætt, men er tað í veruleikanum so?
Eg trúði eg fór at tala at, um eg sá nakað órættvíst. Tað havi eg eisini gjørt áður. Men hesaferð gjørdi eg tað ikki.
Eg sá eina sending á DR fyri stuttum, um júst hetta evni. Har bleiv sagt, at tey flestu vera ávirkaði av, hvat øll hini gera, ella ikki gera. DR tók upp, meðan ein sjónleikari legði seg mitt á Strøget, og lá púra vitleysur har. Tey flestu hugdu ivasom uppá hendan mannin, men gingu síðani víðari. Sami maður legði seg síðani niður á ein veg beint við, har sum næstan eingin gekk framvið. Tá gingu bert fáar minuttir inntil onkur kom yvir, og spurdi um tey kundu hjálpa. Niðurstøðan varð tann, at fólk halda seg aftur, um fleiri onnur eru har, og tey einki gera. Men eru tey einsamøll, so handla tey beinan vegin.
Eg havi lært, at onkuntíð skal man ikki hugsa alt ov langt, og bara handla. Eg havi lovað mær sjálvari, at næstu ferð eg síggi okkurt órættvíst fara fram, so tveiti eg óttan og ivan til síðis, og fylgi tí, sum eg veit er rætt. Eisini sjálvt um øll hini ikki gera nakað. Kanska tú eisini fert at gera tað?