Ferðafólkini, sum ferðast til og úr Mykinesi láta einki at viðurskiftunum, har Súlan leggur at á havnarlagnum í Sørvági. Borgarstjórin í Sørvági metir økið at vera landsmál, og landsverkfrøðingurin sigur, at til teirra er eingin áheitan komin yvirhøvur um at gera nakað við økið.
Fólk, sum feðrast við Súluni kunnu koma út fyri at skula klintrast upp eftir bryggjusíðuni gjøgjum hálar, slíggjutar bilringar, um tey eru so óheppin, at fjøra er, tá tey skulu í land í Sørvági. Grundin er, at ongastaðni er komandi at einum lágum bryggjukanti við Súluni. Har, Súlan fyrr plagdi at fara í slíkum líkindum, er ikki atkomandi nú, tí økið, sum er við sláturvirkið hjá Sørvágs Laksi, nú er stongt vegna smituvanda. Og inn í bátahylin sleppur Súlan ikki.
Heldur ikki á sjálvum havnarlagnum er nakað sum helst gjørt fyri ferðafólkini. Einki bíðirum ella uppmerking, sum sigur frá ferðaætlan ella øðrum, er at finna yvirhøvur. Ferðaseðlar skulu keypast á flogvøllinum, men einki er, sum sigur fremmandafólki tað.
WC er einki, so tey, sum rættiliga sprongd ganga og halda fyri á bryggjuni, møta av og á einum frelsandi eingli í skapi av havnarfútanum, sum plagar at lata slík ólukkudýr sleppa at lætta sína trongd á havnarskrivstovuni.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, er væl vitandi um trupulleikan, men sigur, at Sørvágs Kommuna metir tað ikki sum kommunalt mál at halda samferðsluhavn. Tað er eitt landsmál, sum Sørvágs Kommuna als ikki hevur tosað um, sigur hann.
Hann sigur, at ein møguleiki kundi verið at gjørt eitthvørt við bátahylin. Men har er so aftur tann trupulleiki, at tað tykist torført at fáa at vita, hvat fyri far verður brúkt til Mykinesleiðina.
?Tosað hevur fyrr verið um ein bát av heilt ørðum dimensiónum enn Súlan, og kommunan hevur ikki hug at gera nakra íløgu til eitt skip, vit ikki kenna, sigur Eivin Jacobsen.
Fyri Vinnumálaráðið umsitir Landsverkfrøðingurin økið, men har er eingin áheitan yvirhøvur komin um at gera nakað við Sørvágs Havn, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Strandfaraskip Landsins hava fyrr røkt siglingina, sum nú er boðin út til privat felag at reka. Men framvegis hevur Strandferðslan ábyrgdina av trygd og vælferð hjá ferðafólkunum. Tað eydnaðist ikki at fáa nakra viðmerking frá rætta viðkomandi á Strandfaraskipum Landsins, áðrenn blaðið fór til prentingar.