Trupult hjá ungum at keypa hús í miðstaðarøkinum

Inflasjónin hevur fingið bankarnar at seta størri krøv til tiltøkupeningin, tá biðið verður um sethúsalán, og tað ávirkar, hvussu nógv húsarhaldini kunnu bjóða upp á eini sethús.

– Meklarar greiða frá, at tað nú eru færri, ið bjóða uppá ognirnar, og at fyrstuferðskeypararnir eftir mongu rentuhækkingarnar hava uppaftur verri við at sleppa inn á sethúsamarknaðin. Harafturat er byggitilfarið dýrkað so mikið nógv, at fólk eru vorðin meir afturhaldin við at byggja nýtt ella at keypa sethús, sum krevja umvæling, skrivar Búskaparráðið í várfrágreiðingini, sum varð løgd fram í Varpinum í Klaksvík hósdagin.

 

Ráðið skrivar, at meklarar siga frá, at tað er broyting í eftirspurninginum eftir sethúsum. Tey, ið skulu ogna sær sethús fyri fyrstu ferð, hava verri við at keypa hús í miðstaðarøkinum, eftir at rentan og inflasjónin er økt, og tað hevur millum annað havt við sær, at eftirspurningurin eftir sethúsum úti á bygd er øktur.

 

Í árunum 2019 – 2021 var ikki óvanligt, at sethúsini vóru seld, áðrenn tey náddu at koma á sølulistan, ella at boð fóru uppum útboðsprísin beinanvegin. Liggitíðin er longd eitt sindur, tó at sølan gongur skjótari nú enn í mun til fyri einum ári síðani. Tað vil siga, at tað tekur longri tíð at selja. Stundum verður boðið undir útboðsprísin, hóast endaligi søluprísurin kortini, sum oftast endar á prísuppskotinum ella hægri. Talið av framvísingum og boðum er minkað, og tað hongur saman við, at bankarnir seta størri krøv.

 

##med3##

 

Mynd 2.10 vísir gongdina í sethúsaprísum fyri tíðarskeiðið 1985 - 2023. Í Tórshavn er miðalprísurin í 2023 óbroyttur í mun til 2022, meðan hann var 5% lægri í størru bygdunum í mun til í 2022. Størru bygdirnar hava annars havt stóran vøkstur í sethúsaprísunum seinastu árini, millum annað vegna Eysturoyartunnilin, ið hevur minkað um frástøðuna til miðstaðarøkið.

 

Í smærri bygdunum var miðalprísurin á sethúsum góð 8% hægri, enn í 2023, meðan hann var lækkaður við umleið 20% í Sandoy/Suðuroy í sama tíðarskeiði. Neyðugt er at hava fyrivarni fyri prísbroytingunum í smærri bygdunum og í Suðuroy og Sandoy, tí har eru lutfalsliga fáar sølur, og tað ger, at einkultar sølur kunnu toga miðalprísin annan vegin6.

 

Treka útboðið av bústøðum hevur saman við stóra fólkavøkstrinum og lágu rentunum seinastu mongu árini verið við til at trýsta sethúsaprísirnar upp; sethúsaprísirnir eru í fleiri ár á rað øktir munandi samanborið við inntøkurnar hjá húsarhaldunum. Í 2023 stóðu sethúsaprísirnir í miðstaðarøkinum hinvegin í stað í mun til árið fyri, meðan tøka inntøkan vaks, sí mynd 2.11.

 

##med2##

 

Bústaðarbyrðan vaks í árunum 2015 – 2021 orsakað av hækkandi sethúsaprísum, tí í hesum tíðarskeiði vóru renturnar lágar og inflasjónin lág, meðan lønarinntøkurnar vuksu og eftirspurningurin eftir bústøðum var stórur. Rentuhækkingarnar hava elvt til at bústaðarbyrðan er økt, sjálvt um sethúsaprísirnir standa í stað.

 

Mangul á bústaðir er ein týðandi fløskuhálsur, sum er við til at forða fyri framhaldandi fólka- og búskaparvøkstri. Búskaparráðið metir tað vera umráðandi, at kommunur við stórum fólkavøkstri framskunda útstykkingar av grundstykkjum - serliga til bygging av íbúðum og øðrum smærri bústaðareindum, so bráfeingistørvurin skjótari verður nøktaður, og at landið somuleiðis ger sítt íkast við at byggja leigubústaðir.

 

Harumframt kunnu Airbnb og líknandi leiguportalar leggja trýst á bústaðarmarknaðin. Tað kann vera vert at hyggja at, hvat onnur lond gera á hesum økinum, sigur Búskaparráðið.

 

Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum Mynd: Álvur Haraldsen