Trý ár til Jonas í KÍ

Tað verður Jonas N. Nielsen, sum skal standa á odda fyri ungdómsarbeiðinum í KÍ

Mynd: (ki.fo) Jonas N. Nielsen og Tummas Lervig, formaður í KÍ

KÍ hevur gjørt ein trý ára sáttmála við Jonas N. Nielsen, sum skal standa á odda fyri akademinum hjá KÍ. Hann kom til felagið í fjør og nú eru partarnir samdir um at leingja samstarvið.

 

- Vit fegnast um at kunngera at okkara dugnaligi akademistjóri hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.  Jonas N. Nielsen kom til felagið tíðliga í fjør, og hevur hann síðani tá staðið á odda fyri akademinum hjá KÍ. Jonas hevur verið við til at ment ungdómsfótbóltin og trivnaðin í felagnum og tað eru vit sjálvandi sera fegin um og takksom fyri, skrivar ki.fo, og formaðurin fegnast eisini.

 

- Vit fegnast um alt arbeiði, ið Jonas hevur lagt í felagið higartil og gleðast yvir at arbeiðið heldur fram, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

 

Mynd: (ki.fo) Jonas N. Nielsen og Tummas Lervig, formaður í KÍ