Trý av fýra liðum í hálvfinalunum eru føroyingalið

Breiðablik, Víkingur Reykjavík og KA vunnu seg øll í hálvfinalurnar í íslendsku steypakappingini

Sannlíkindini fyri, at ein føroyskur leikari vinnur íslendsku steypakappingina í fótbólti eru góð.

 

Liðið hjá Klæminti A. Olsen, Breiðablik vann seg í hálvfinaluna í steypakappingini við 3-1 sigri á FH, har Klæmint skoraði tvey mál.

 

Víkingur Reykjavík vann uttan ein skaddan Gunnar Vatnhamar 2-1 (1-1) á þór. KA vann uttan Pætur J. Petersen 2-1 (1-0) á Grindavík.

 

Sostatt eru øll trý føroyingaliðini í Bestudeildini í hálvfinalunum í steypakappingini.

 

Í hálvfinalunum 3. juli møtast KA og Breiðablik. Í hinari hálvfinaluni møtast Víkingur og KR.