Seinkingar vóru í flogferðsluni í dag fyri mjørka - dagført kl 22:15.
Atlantic Airways avlýsti trý flogfør í dag – flogfari RC455 úr Keypmannahavnar bleiv avlýst og ferðafólkini blivu umbókaði til tríggjar ymsar fráferðir tann 16.08.13 – Ferðafólkini ið skuldu við RC455 tann 15.08.13 kunnu fara á www.checkmytrip.com og síggja, hvat flogfar tey eru umbókaði til.
RC462 til Keypmannahavn bleiv avlýstur – hesi ferðafólk blivu umbókaðu til RC456 ið væntast at fara úr Vágum kl 02.10 í nátt.
RC471 úr Billund bleiv avlýstur – hetta flogfari ferð úr Billund kl 10:00 og væntast í Vágum kl 11.05 sum RC1471 tann 16.08.13.
RC7327 úr Tróndheim væntast aftur kl 01:30
RC456 til Keypmannahavn væntast at fara kl 02:10
(Allar tíðir eru lokalar tíðir)