Seint seinnapartin í dag hendi eitt ferðsluóhapp á Velbastaðhálsi, har tveir bilar gjørdust partur av óhappinum.
Løgregla, sjúkrabilar og sløkkilið vóru send á staðið, og trý fólk eru flutt á Landssjúkrahúsið.
- Vit vita ikki, hvussu álvarsligir likamligu skaðarnir eru, men vónandi tekur hetta seg væl út, sigur løgreglan.
Báðir bilarnir fingu stórar materiellar skaðar.
Vegurin á Velbastaðhálsi var stongdur í umleið ein tíma eftir óhappið, men er nú opin aftur.
Løgreglan sigur, at hetta var eitt hálkuóhapp, og nú hevur Landsverk verið og saltað.