Trý frystilínuskip eru á Flemish Kap

Útróðrarbátarnir hava smáligan fiskiskap, men teir fáa nakað av hvítingi, sum er vanligt hesa ársins tíð.

 

Eitt ísfiskalínuskip er í løtuni á Íslandsrygginum, men túrurin er nýliga byrjaður. So, teir koma ikki inn at landa hesa vikuna.

 

- Restin av ísfiskalínuskipunum liggja við bryggju, men møguliga loysir onkur í næstum, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

 

Í løtuni eru fýra frystilínuskip undir Føroyum, og trý eru á Flemish Kap.

 

Um útlitini til útróður hesa vikuna verður sagt, at streymurin verður rímiliga harður, men líkt er til, at veðrið verður gott teir fyrstu dagarnar.

 

- Vit rokna ikki við nógvum útróðri. Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er smáligur. Teir fáa mest av hvítingi, verður lagt aftrat.