Í løtuni eru trý frystilínuskip í íslendskum sjógvi, og átta fiska í føroyskum sjógvi.
- Línuskipini fáa mest av toski og hýsu og nakað av longu og brosmu.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at nøkur frystilínuskip koma inn at landa í næstu viku.
Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju. Teir fara helst at loysa, tá veður og streymur verður betri.
- Streymurin verður góður í næstu viku, og veðrið verður helst eisini hampiligt ein part av vikuni.
Tí vænta tey á Fiskamarknaði Føroya, at nakað verður av útróðri í vikuni.
- Fiskiskapurin hjá útróðrarbátum er hampiligur í løtuni, verður lagt aftrat.











