Trý kór í Tilhaldinum í Havn

Í kvøld verður forkunnug kórkonsert í Tilhaldinum í Havn, har eitt danskt, eitt norskt og eitt svenskt kór, fara at syngja.

 

Tað er í samband við stóru norðurlendsku kórstevnuna, 4. Nordiske kirkesangsfest-Sálmafagnaður, konsert verður í Tilhaldinum, har kenda danska kamarkórið, Coro Misto, ein norskur kórbólkur og eitt kór úr Svøríki, fara at syngja.

 

Annars byrjar stevnan mikukvøldið, tá ið hon verður sett í Vesturkirkjuni.

 

Hósdagin vera kórvitjanir í kirkjum kring landið og konsertir verða eisini í Havnar kirkju, Vesturkirkjuni og í Evangeliihúsinum.

 

Aftan á konsertirnar verður felagssangur á Vaglinum við norðurlendskum sangum.

Leygardagin verða konsertir í Vesturkirkjuni og í Norðurlandahúsinum og sunnudagin verður norðurlendsk guðstænasta í Christianskirkjuni í Klaksvík.