Trý ísfiskalínuskip landa í næstu viku

Streymur og verður verða góð í næstu viku, og tí verður helst nakað av útróðri.

 

 

Trý ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap. Tvey eru undir Føroyum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi. 

 

- Annað skipið, sum fiskar undir Føroyum, kemur inn at landa mánadagin. Hitt landar helst síðst í næstu viku. Skipið, sum fiskar í íslendskum sjógvi, kemur helst miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at átta frystilínuskip eisini eru til fiskiskap í løtuni. Sjey fiska undir Føroyum, og eitt fiskar á Flemish Kap.

 

- Streymur og verður verða góð í næstu viku, og tí verður helst nakað av útróðri, væntandi bæði við snellu og línu, verður lagt aftrat.