Trý skip á Toftum hesa vikuna

Í gjár landaði Hansa Maria, í morgun landaði Oknin - og í morgin kemur Beinisvørð.

Mánadagin landaði trolbáturin Hansa Maria umleið 10.000 pund á Toftum. Meginparturin av veiðini var havtaska og nakað var av ymiskum øðrum fiskasløgum.

 

Í morgun landaði garnabáturin Oknin umleið 12.000 pund, og her var meginparturin svartkalvi.

 

Lemmatrolarin Beinisvørð kemur á Toftir í morgin við stíviga 16.000 pundum, meginparturin svartkalvi.

 

Niclas Davidsen, landingarformaður á Landingarmiðstøðini við Toftagjógv, væntar ikki fleiri skip hesa vikuna.

 

- Men, vit vænta, at nøkur línuskip, sum nýliga eru byrjaði nýggjan túr, koma inn aftur  at landa einaferð í næstu viku, sigur landingarformaðurin.