Seinastu dagarnar eru trý skip komin á Fuglafjørð við svartkjafti til Havsbrún. Eitt av hesum skipum landaði fyri jól - og hini bæði hava landað eftir jólahøgtíðina.
Dagin fyri jólaaftan - 23. desember - byrjaðu teir at landa Christian í Grótinum, sum hevði umleið 2000 tons av svartkjafti. Eftir jól stóð Høgaberg fyri landing - og síðan Slættaberg.
Á Havsbrún í Fuglafirði vita tey at siga, at Høgaberg hevur 600 tons og Slættaberg somuleiðis 600 tons av svartkjafti.