Trygdarmiðstøðin nýggjan bát

Trygdarmistøðin í Klaksvík hevur fingið skjótgangandi bjargingarbát, sum skal brúkast til skeiðvirksemi

 

Klaksvík: Í farnu viku fekk Trygdarmiðstøðin í Klaksvík nýggjan bát.

Talan er um bjargingarbát, sum kann sigla upp í 32 míl um tíman. Báturin hevur 210 hesta motor, og hann kostaði 650.000 krónur.

Báturin skal brúkast í sambandi við trygdarskeiðini á stovninum. Hesi skeið eru altjóða viðurkend skeið, og tað verður kravt, at slíkur bátur er við í skeiðvirkseminum.

Skeiðini, sum verða hildin í samstarvi við norðmenn, eru fyri manningar á ferðamannaskipum og skipum í oljuvinnuni.

Næsta íløgan hjá Trygdarmiðstøðini verður ein krani, sum skal brúkast til at sjóseta bátin. Hetta er eisini ein partur av skeiðnum. So skjótt pengar eru tøkir til slíkan krana, verður hann keyptur.