Trygdarnet spent undir danska bankaheimin

Danska stjórnin og bankarnir eru í kvøld samd um bjargingarpakka, sum sambært eygleiðarum sigst vera tann størsti nakrantíð í danskari fíggjarsøgu Danska stjórnin og peningastovnarnir í Danmark eru í kvøld vorðin samd um bjargingarpakka, sum sambært eygleiðarum fer at bera við sær, at møguleikin at missa hjá teimum, sum hava pening standandi í peningastovnunum verður burtur.

Hetta fer at bera við sær, at tað verður minni ampi og størri friður í danska fíggjarheiminum.

Sambært TV2 fara bankarnir tvey tey næstu árini at seta 35 milliardir krónur í krepputiltakið. Bankarnir fara at seta pengar í pakkan eftir lutfalli. Tað vil siga, at Nordea og Danska Bank fara at rinda størsta partin av rokningini.

Ætlanin er, at smálutirnir skulu koma upp á pláss, áðrenn keypsskálarnir lata upp mánamorgunin.

Nú verður trygd fyri øllum innistandandi, uttan mun til hvussu stórar upphæddirnar verða.

Ein partur av kreppuloysnini er ein grunnur, sum fer at hava til uppgávu, at avreiða allar kreppuraktar peningastovnar.

Sambært TV2 eru tað peningastovnarnir sjálvir, sum skulu rinda rokningina fyri nýggja grunnin. Peningastovnarnir skulu rinda 35-40 milliardir. Um talan verður um uppaftur størri upphæddir, so fer staturin at rinda restina.

Samráðingarleiðari hevur verið nýggi búskapar- og vinnumálaráðharrin Lene Espersen.

Seinastu vikurnar hava verið turbolentar í danska fíggjarheiminum. Í síðstu viku boðaði Vestjyske Bank, sum er tann sjeyndi størsti í Danmark, frá, at hann var samanlagdur við Ringkjøbing Bank og keyptur av Bonusbankanum.

Í august setti danski tjóðbankin 4,5 milliardir í Roskilde Bank, sum var hóttur av húsagangi.