Trygdin á Summarfestivalinum var í lagi

Tað hevur verið ført fram í fjølmiðlunum seinastu tíðina, at eingin trygdarskipan var á Summarfestivalinum. Arvid Nilssen, varapolitikommiserur, verður endurgivin fyri at siga, at eingin skrivlig tilbúgving var, men kortini váttar hann sjálvur í skrivi, at trygdin var góðkend

Dimmalætting hevur í fleiri umførum lagt eftir trygdini á Summarfestivalinum, og hevur í hesum sambandi tosað við fleiri fólk, ið vóru tengd at festivalinum, antin sum vaktir, barrvørar ella á annan hátt.

Samlaða myndin av hesum er greitt hon, at trygdin var rættiliga ivasom.

Eisini hevur blaðið tosað við Arvid Nilssen, varapolitikommiser, og hesin váttar, at eingin skrivlig trygdarætlan fyrilá.

Men hetta er kortini bert hálvur sannleiki, tí í skrivi dagfest 6. august (mánadagin eftir festivalvikuskifti), váttar Arvid Nilssen, at fleiri fundir høvdu verið millum løgregluna, trygdarumboð fyri Summarfestivalin, Birgir W. Høgnesen, og Finn Hansen, sløkkiliðsleiðara.

»Vit gingu alt økið ígjøgnum og settu ávís krøv, sum vórðu fylgd«, stendur orðarætt í hesi váttanini frá Politistøðini í Klaksvík.

Somuleiðis váttar Klaksvíkar Kommuna í einari eftirmeting, at almenna trygdin var í lagi á festivalinum.

»Vit høvdu nakrar viðmerkingar viðvíkjandi rýmingarleiðum, gassfløskum, eldsløkkjarum o.a., sum vóru rættaðar beinanvegin. Annars høvdu vit einki at viðmerkja til almennu trygdina á økinum sum heild«

 

Alt var góðkent

Greinin í Dimmalætting fríggjadagin 24. august hevur eisini hug at benda veruleikan nakað. Undir yvirskriftini »Onga skrivliga tilbúgvingarætlan« verður róð uppundir, at eingin trygdarætlan var, men í greinini váttar Arvid Nilssen, at tilbúgvingarætlan fyri festivalin 2006 var til skjals, og at bygt varð víðari á hesa ætlan.

Hetta hevur varapolitikommiserurin eisini váttað yvirfyri Sosialinum.

Eisini váttar Arvid Nilssen, at trygdin eftir teirra meting var í lagi, men at ógvuliga vánaliga veðrið gjørdi, at okkurt helst kundi verið gjørt øðrvísi.

Men eftir stendur, at bæði løgreglan og brunaumsjónin hjá Klaksvíkar Kommunu í eftirmeting vátta, at trygdin var í lagi, og at allar viðmerkingar, hesir báðir instansir høvdu, beinanvegin vóru gingnar á møti.

So viðkomandi myndugleikar høvdu góðkent trygdarviðurskiftini undan festivalinum, og hava eisini váttað hetta í eftirmetingum sínum.

Tað er heldur ikki rætt tá ført verður fram, at ongar leiðreglur finnast fyri tílík tiltøk sum Summarfestivalin. Brunaumsjón Landsins hevur slíkar reglur, sum eitt loyvi verður grundað á. Hendan reglugerð stavar frá september mánaði 2004, er dagførd í september 2006 og rættað í januar 2007.

Fyrireikararnir av Summarfestivalinum hava valt at flýggja fjølmiðlunum skjøl sum vísa, at trygdin var í lagi og góðkend av viðkomandi myndugleikum.