Tryggingarfelagið Føroyar hækkar prísirnar

Tryggingarnar hjá Tryggingarfelagnum Føroyum hækka nú 15 prosent Í brævi, sum er sent kundunum, skrivar Tryggingarfelagið Føroyar, at gongdin seinastu árini hevur havt við sær, at inntøkurnar ikki hava staðið mát við skaðaútreiðslurnar.

Fyri at betra um hesi viðurskifti hækka tryggingargjøldini fyri ávís sløg av tryggingum. Hækkingin fevnir um bil, innbúgv og sethúsatryggingar.

Umframt árligu prístalsbroytingarnar, hækka tryggingarnar 15 prosent.

Innbúgv- og biltryggingarnar hækka 1. juni, og sethúsatryggingarnar hækka 1. september.