Tryggingarfelagið Føroyar: Á røttu leið

Tryggingar góvu yvirskot, men 11. september og altjóða partabrævamarknaðurin góvu Tryggingarfelagnum Føroyar trupulleikar í 2001

Trygging

Avlopið hjá Tryggingarfelagnum Føroya gjørdist 44,6 mió. eftir skatt. Fyrrverandi monopolurin á føroyska tryggingarmarknaðinum hevði eitt verri ár í 2001 í  mun til 2000. Hóast hetta, so eru tey væl nøgd á Tryggingarfelagnum. Hetta skyldast, at fyri 2001 var yvirskot á tryggingarvirkseminum áljóðandi 1,9 mió. Í 2000 gjørdist úrslitið til eitt tap aljóðandi góðar fimtan milliónir krónur.

-Tað er nøktandi, at tryggingarvirksemið nú aftaná tvey ár við halli gevur eitt avlop. Nettotryggingargjøldini vuksu úr 205,0 mió. kr. í 2000 til 208,3 mió. kr., men høvuðsorsøkin til úrslitið var skaðagongdin í 2001. Nettoskaðarnir lækkaðu úr 170,0 mió. kr. niður í 140,5 mió. kr., sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.

Mortan Poulsen, sum eisini er stjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar sigur, at tað í tryggingarhøpi hevur altstóran týdning, at tryggingarvirksemið javnviðar og helst gevur yvirskot. Við hesum verður sipað til, at tryggingargjøldini sum inntøkur hjá tryggingarfelagnum skulu helst vera meira enn skaðaútreiðslurnar í sambandi við somu tryggingar.

Eisini vísir hann á, at teir ikki hava upplivað nakra einstaka stórútreiðslu í 2001, sum teir upplivdu árini frammanundan.

Størsta vinningurin hjá Tryggingarfelagnum kemur frá fíggjarinntøkum. Hesir eru tó minkaður nakað í mun til 2000. Hetta skyldast serliga gongdina á altjóða partabrævamarknaðinum. Ein stórur partur er eisini settur í lánsbrøv, men gongdin á hesum økinum var nøktandi í mun til partabrøvini, ið Tryggingarfelagið Føroyar hevði gjørt íløgur í. Úrslitið av fíggjarvirkseminum hjá Tryggingarfelagnum gjørdist 54 mió kr. í yvirskoti í mun til 79,6 mió kr. i 2000.

Av øðrum postum hjá Tryggingarfelagnum ber til at nevna, at starvsfólkaútreiðslurnar hækkaðu við meira enn fýra milliónum í mun til 2000.

Mortan Poulsen sigur, at hetta fyri tað nógva skyldast, at teir eru farnir undir eina nýggja skipan, m.a. fyri at fáa samskipað teir ymsu partarnar av tí nýggja Tryggingarfelagnum. Hetta hevur kostað nógva orku at fáa at koyra, og arbeiðið við hesum heldur eisini fram.

Eisini kann tað nevnast, at Tryggingarfelagið hevur merkt árin frá 11. september. Tað er vorðið munandi dýrari at gjalda eftirtryggingargjøld.

-Í hesum sambandi og sæð í ljósinum av, at vit hava eina so stóra eginogn, hava vit eisini valt, at tikið størri risiko á okkum sjálvi við ikki at endurtryggja ein eins stóran part, sigur Mortan Poulsen.

Í ársfrágreiðiningi stendur at lesa, at roknað verður ikki við einum eins góðum úrslitið fyri 2002.


Eginogn felagsins nú 1.213 mió. kr.
Samlaða úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum í 2001 var eitt avlop uppá 53,7 mió. kr. áðrenn skatt, og aftaná skatt uppá 9,1 mió. kr. var úrslitið eitt avlop uppá 44,6 mió. kr. Sambært viðtøkum felagsins skal avlopið leggjast aftur at eginognini, og eginognin er nú vaksin til 1.213,3 mió. kr., og felagið hevur ein solvens, ið er 31 ferðir størri enn lógarkravið.

- Stóra eginogn felagsins ger Tryggingarfelagið Føroyar til eitt av fíggjarligu sterkastu tryggingarfeløgunum í teimum londum, sum vanliga verður samanborið við, sigur Gunnar i Liða


Nevndarbroyting
Tað eru nú góð fýra ár síðani, at tey ymsu tryggingarfeløgini vórðu løgd saman í. Nevndin hevur so verið samansett av fyrrverandi nevndarlimum í tey gomlu feløgunum, eitt nú Brunatrygging.

Fyrr í ár vórður valdir nýggir limirí umboðsráðið hjá Tryggingarfelagnum. Tað er hetta ráðið, ið velur nevndarlimirnar.  Fyri valið eftir á eykaaðalfundi stóðu Birgir Mohr, Trygvi Guttesen og Jógvan Durhuus, formaður. Endin gjørdist, at Birgir og Trygvi vórðu valdur aftur, men Jógvan Durhuus rakk ikki innaftur. Jan Müller varð nývaldur í nevndina.