Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar neistakvinnum

Besta kvinnuliðið hjá Neistanum hevur nú skrivað undir samstarvsavtalu við Tryggingarfelagið Føroyar

Tryggingarfelagið Føroyar verður høvuðsstuðul hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, ið seinastu árini hevur verið millum fremstu hondbóltsliðini í landinum.

- Neistin ger eitt megnar arbeiði til frama fyri føroyskan ítrótt, og harvið fyri trivna, heilsu og vælferð hjá føroyingum, og hetta er nakað, ið Tryggingarfelagið Føroyar fegið vil vera við til at stuðla. Vit eru tí sera fegin um at gerast høvuðsstuðul hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum, sigur Kristina Háfoss, deildarstjóri hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.

Neistin fegnast eisini um nýggju avtaluna við Tryggingarfelagið Føroyar, ið fer at geva kvinnuliðnum neyðuga fíggjarliga grundarlagið til at fáa so góðar umstøður sum gjørligt í hesum kappingarárinum, ið stendur fyri framman.

- Fyri at náa so góðum ítróttarligum úrsliti sum gjørligt, er neyðugt at hava eitt gott fíggjarligt grundarlag. Hetta tryggjar avtalan við Tryggingarfelagið Føroyar okkum, og vit eru sera fegin um hetta, sigur Kjartan Thomassen, formaður í Neistanum.

- Tryggingarfelagið Føroyar er stórur stuðul hjá føroyskum ítrótti og føroyskari mentan, og avtalan við Neistan er ein partur av heildarætlanini hjá felagnum, sigur Kristina Háfoss, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.