Í viðmerking í Dimmalætting og Sosialinum fríggjadagin til atfinningarnar hjá Tryggingarbata av biltryggingargjøldunum sigur Jens P. Arge, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar, at tryggingin, tá støðan í landinum versnaði, hevði valið millum at hækka øll tryggingargjøldini ella at fastfrysta aldursavslátturin. Vit valdu tað seinna, sigur hann.
Tryggingarbati kann í hesum sambandi vísa á, at hetta ikki er rætt. Tryggingin hækkaði nevniliga gjøldini við upp í 100% sambært grein, sum bilhandlarafelagið hevði í Dimmalætting 13.02.92. Harafturat vísti bilhandlarafelagið á, at biltrygging í Føroyum tá var í meðal 60% dýrari enn í Danmark.
Síðan tá eru tryggingargjøldini við fastfrystum aldursavsláttri hækkað hvørt einasta ár. Tryggingarbati vísti í bløðunum 18.07.97 á, at tryggingargjøldini inntil tá vóru hækkað við í meðal 25%. Og hækkingin helt fram bæði í 1997 og 1998. Og heldur eftir øllum at døma fram eisini í 1999.
Tvørturímóti tí, sum J. P. Arge førir fram, var ikki talan hjá tryggingini um, at aldursavslátturin skuldi fastfrystast - í hvussu so er ikki eftir tí, sum tryggingin inntil nú hevur sagt. Við faldaranum í 1991 er aldursavslátturin við - ja enntá positivt nevndur fyri bilar eldri enn talvurnar vísa. Og aftur við faldaranum í 1992 er aldursavslátturin við. Fyrstu ferð tryggingin okkum vitandi hevur sagt, at aldursavslátturin er fastfrystur, er í viðmerkingini í Dimmalætting!
Sitrónin ov hart pressað
Nærliggjandi er at gita, at hækkingin í 1992 var so ógvuslig, at bileigarar tóku bilar sínar úr trygging í stórum tali. Sambært tryggingini sjálvari eru uml. 40% av øllum bilum ótryggjaðir. Hvat er so til ráða at taka? Jú, stilltigandi at hækka tryggingargjøldini so líðandi hvørt einasta ár við at fastfrysta aldursavslátturin!
Og um somu tíð, sum hetta verður gjørt, broytir løgtingið avgjaldsskipanina fyri nýggjar bilar, soleiðis at teir gerast uml. 30% bíligari og gomlu bilarnir falla tilsvarandi í virði. Og hesi lægru gjøldini heldur tryggingin seg sjálvandi til í samband við totalskaðar.
Eisini skaðaumvælingarnar eru vorðnar bíligari. Tryggingin setti nevniliga í 1994 einvíst eina danska skaðaumvælingarskipan í gildi, sum í meðal lækkaði skaðaumvælingarnar við uml. 25%. Henda skipan er nú av danska kappingarráðnum dømd at vera ólóglig!
Skaðaumvælingarnar av eldri bilum eru bíligari
Jens P. Arge sigur, at teir síggja ikki aldursmun á útreiðslunum. Totalskaðarnir viga ikki nóg tungt til, at grundgeva fyri aldursavsláttrinum, sigur hann. Men hann nevnir onki um, at tryggingin í stóran mun krevur, at gamlir deildir verða nýttir í samband við skaðaumvælingar, tá ið bilurin er 2-3 ára gamal ella eldri. Og gamlir deilir kosta bert umleið helvtarprís í mun til nýggjar.
Herafturat skal eisini havast í huga, at bilverksmiðjurnar sjálvsagt eisini hava sín príspolitikk - tær skulu jú eisini yvirliva. Tá ið nýtt bilmodell kemur fram, eru ongir óoriginaldeilir til taks. Men eftir 2-3 árum hava piratframleiðararnir sínar deilir klárar. Hesir kosta í flestu førum munandi minni, enn originaldeilirnir upprunaliga kostaðu. Bilverksmiðjurnar gera tí eina prístillaging eftir 2-3 árum til broytta marknaðin, soleiðis at originaldeilirnir eru kappingarførir við piratdeilirnar. Í førum kann enntá vera talan um, at verksmiðjurnar selja fyri undirskot, fyri at varðveita marknaðin.
So sær tryggingin ikki aldursmun á skaðaumvælingunum, so vil hon ikki síggja hann. Príspolitikkurin hjá tryggingini kann neyvan lýsast betri enn Óli Petersen gjørdi tað við tekning síni í Sosialinum 14.01.92: Hvør tryggjar okkum fyri tryggingini? Kanska fer Trygd at gera tað!
Verður aldursavslátturin settur aftur í gildi?
Í viðmerking í bløðunum til Tryggingarbata leygardagin sigur Jens P. Arge, at spurningurin um aldursavsláttur stendur heilt opin í endurskoðanini í inniverandi ári. So er bert at vóna, at hesin verður settur aftur í gildi. Kanska fer kappingin frá Trygd at gera, at hesin kemur í gildi aftur! Livst so spyrst.
Tryggingarbati
Johan Petersen, form.