Sponsoravtala
»Sterkir í verjuni og kontantir í álopinum« er spjaldrið, ítróttareygleiðarar hava sett á bestu hondbóltsmanningina hjá H71 í Hoyvík, sum er komin sera væl frá byrjan í nýggja kappingarárinum.
So at siga einki er farið burturav, men bara eru spælarar lagstir aftrat í hópinum hjá hoyvíkingum, ið munnu hava eina ta størstu verjuna í landinum, umframt at teir eru effektivir í álopsspælinum, har tað gongur út uppá at skora mál ? uttan nakað roks!
- Eingin ivi er um, at vit í vetur hava eitt lið, sum er betri enn liðið síðsta vetur, sigur liðformaðurin hjá H71, Halgir Dahl Olesen, sum sjálvur er ein av lyklaspælarunum á liðnum.
? Síðsta ár rukku vit steypafinaluna, sum eisini var málið hjá okkum, men nú hava vit nógv fleiri streingir at spæla uppá, so tí er nýggja málið, at vit nú eisini skulu vinna okkum heiðursmerki í landskappingini.
Ei undur í, at hoyvíkingar og fólk í ovara parti av høvuðsstaðnum eru spent, nú farið er í holt við eitt nýtt kappingarár og H71 er byrjað væl. Og Halgir Dahl Olesen sigur, at tað so sanniliga eisini merkist inni á vøllinum, at áhugin uttanfyri er vaksandi.
? Tá vit spældu móti kollfirðingum herfyri, var Hoyvíkshøllin á tremur við fólki, sum vóru komin at stuðla. Har vóru nógvir kollfirðingar, men hoyvíkingarnir smæddust ikki burturímillum, og tað hjálpir okkum væl, sum skulu stríðast inni á vøllinum.
Felag í vøkstri
Soleiðis sum Havnin er vaksin seinnu árini og eisini fer at gera tað komandi árini, er mynstrið í stuttum tað, at tað verður í Hoyvík, at tað mesta fólkið legst til. Har eru nógv nýggj hús bygd seinnu árini, og ætlanirnar um at víðka býin ganga mestsum allar niðaneftir.
? Vit hava heft okkum við, at H71 er eitt felag í vøkstri, umframt at felagið ger eitt stórt ungdómsarbeiði, siga Brynhild Setberg og Heðin Mortensen frá Tryggingarfelagnum Føroyum.
? Sjálvandi síggja vit eisini spennandi perspektiv við styrkta 1. deildarliðnum hjá H71 í ár, men ikki minst er tað við tí framskygna ungdómsarbeiðinum í huga, at vit hava valt at tikið upp stuðulssamstarv við hoyvíkingar.
Virksemi hjá H71 er líkasum í tveimum, har teir virknu limirnir eru í sjálvum hondbóltsfelagnum og hinir í stuðulsfelagnum, sum burturav syrgir fyri, at ungdómurin fær bestu umstøður at íðka hondbólt. Og limirnir eru nógvir, umleið 250 í hvørjum felagnum.
? Tað er spennandi hjá okkum at hava fingið H71 sum samstarvspartnara, tí hetta er eisini eitt slag av eini byrjan hjá okkum innan hondbóltin, eftir at vit seinnu árini mest hava fingist við at stuðla fótbólts- og flogbóltsfeløg, sigur Heðin Mortensen.
? Vit vilja ið hvussu er gera okkara til, at samstarvið eydnast væl.
Ein ítøkilig avleiðing av samstarvinum millum Tryggingarfelagið Føroyar og H71 er, at spælararnir fáa tvey sett av venjingarblusum, umframt at 200 venjingarbúnar verða seldir virknu limunum í felagnum, frá teimum yngstu til teir elstu.