Tryggingin stuðlar kvinnum á Argjum

Hetta er fyrstu ferð, at kvinnudeildin hjá AB hevur havt ein høvuðsstuðul.

- Málið hjá AB er at verða í toppinum í føroyskum kvinnufótbólti, samstundis sum felagið er fyri øll, ið hava hug at leika fótbólt, sigur felagið, nú avtalan er undirskrivað.

- Fyri at røkka hesum, hevur felagið sett ungdómsvenjara, sum eisini skal fylgja venjingina hjá kvinnudeildunum og hjálpa til har.

Á Myndini eru tað Kristina Háfoss frá Tryggingini og Andrass Drangstein, formaður í AB, sum undirskriva sáttmálan.