Trýggir barnalæknar á Landssjúkrahúsinum

Tað er ikki hent áður, at so nógvir barnalæknar hava starvast í Føroyum. Nú er talið á barnalæknum á hædd við tað aðrastaðni, har fólkatalið er tað sama sum í Føroyum, sigur Odmar Færø, yvirlækni

Hóast fleiri barnalæknar eru í Føroyum enn nakrantíð áður, so merkir tað ikki, at teir ikki hava nóg mikið at gera.

- Minni enn so. Nógv er at gera, og nú verður orka at fara undir arbeiði, sum hevur ligið á láni og sum vit nú hava stundir at gera meira við, sigur Odmar Færø, yvirlækni á barnadeildini.

Hann hevur verið einsamallur barnalækni í Føroyum í nógv ár, men í 1993 kom Ulrike Steuerwald, barnalækni í Týskalandi hendavegin í øðrum ørindum. Hon gjørdist so hugtikin av lítla samfelagnum her, og tók av tilboðnum um at starvast á Landssjúkrahúsinum.


Kom at vitja beiggjan

Fyri umleið 14 døgum síðan kom triði barnalæknin í starv. Tað er Sepideh Tahari úr Bretlandi. Hon kom eisini til Føroya sum ferðafólk. Beiggi hennara arbeiðir sum lækni á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og hon kom at vitja hann í summarfrítíðini.

- Eg bleiv rættiliga hugtikin av landinum og náttúruni her, og av forvitni fór eg inn á gólvið á Landssjúkrahúsinum at vita, hvussu barnadeildin her virkaði. Tá Pál Weihe, læknastjóri bjóðaði mær arbeiði, umhugsaði eg tað gjølla, áðrenn eg tók av, sigur Sepideh Taheri.

Hon hevur búð og starvast á størsta barnasjúkrahúsinum í London í nógv ár, og hevði tí hug til at koma í annað umhvørvi.

- Vit kunnu siga, at helmingurin av arbeiðstíðini nú kann fara til gransking og upplýsandi arbeiði, meðan hin parturin verður halgaður sjúklingunum, sigur Odmar Færø væl nøgdur.


Bilsin at føroyingar skilja so væl enskt

- Er tað ikki ein forðing í arbeiðinum at barnalæknarnir ikki duga málið?

Sepideh Taheri: - Eg eri bilsin, so væl fólkið her skilir enskt. Tað hevur ikki verið so stór forðing,sum eg í fyrstuni var bangin fyri. - Harnæst eru sjúkrasystrar o.o. starvsfólk sera fyrikomandi og duga væl at virka sum tulkar, um tað gerst neyðugt. Tað hevur als ikki verið nakrar trupulleiki higartil., sigur nýggi barnalæknin, sum annars fer undir at læra føroyskt í næsta mánað.

Ulrike Beuerwald hevur als ongar trupulleikar. Hon lærdi at tosa føroyskt eftir stuttari tíð, og hevur heldur ikki havt málsligar trupulleikar á barnadeildini.


Upplýsandi tiltøk

- Umframt týdningarmesta arbeiðið við sjúklingunum, hvat fara barnalæknarnir annars at tríva í?

- Eitt nú er stórur tørvur á at skipa fyri upplýsandi arbeiði á hesum serlæknaøki. Vit fara at skipa fyri upplýsandi tiltøkum fyri kommunulæknum, skúlalæknum, skúlasjúkrasystum og heilsusystrum, sigur Ulrike Steuerwald, Tað er so nógv hent á serlækna- økinum innan barnasjúkur seinastu árini, sum vit fegin vilja geva øðrum innlit í. Eitt nú innan fepurkrampar, sukursjúku og astma-sjúkur, bert fyri at nevna nøkur dømi, sum vit kunnu veita eina tænastu.

Hin fyrimunurin við at hava tríggjar barnalæknar er, at barnalæknarnir nú kunnu fáa eina sømiliga vaktarskipan.

Bíðitíðin at sleppa til barnalæknan styttist, og tað hevur fyribyrgjandi ávirkan á børn og foreldur, umframt at tænastan - tað at hava stundir at tosa við foreldrini um teirra sjúku børn, nú verður rúmligari.

- Hvussu ber tað til at ein serlækni úr Týskalandi og ein úr Bretlandi koma til okkara lítla samfelag at arbeiða?

- Tað var tilvildarligt, at eg frætti um tørvin á barnalæknum í Føroyum, sigur Ulrike Steuerwald.

Seinasta hálva árið hevur hon verið í Týskalandi í eftirútbúgving, og er nú aftur í Føroyum.

- Um tað at vera útlendingur og tosa við foreldur, sum kanska eru bangin og ótrygg um sjúka barnið, og ikki duga at tosa teirra mál, endurtaka tær báðar, at tað hevur víst seg at fólk duga væl at skilja enskt og at greiða frá tí, sum tey bera fyri brósti.


Fyrimunur og

ein avbjóðing

Um munin at arbeiða á Landssjúkrahúsinum og í so lítlum landi, siga tær báðar Ulrika og Sepideh, at eyðsýndir fyrimunir eru.

Tað er minni strongd á arbeiðsplássinum og góðar stundir at tosa við foreldur og børn her, enn tær kenna frá stóru útlendsku sjúkrahúsunum.

Harnæst er tað ógvuliga áhugavert, men eisini ein avbjóðing, av tí at tað ikki er vanligt aðrastaðni at síggja børn við so ymsum sjúkum, sum her.

- Í Bretlandi og í Týskalandi eru so nógv serlæknasjúkrahús, og har verða sjúklingar sendir, alt eftir hvørja sjúku teir hava. Har eru t.d. sjúkrahús, har bert nýrasjúklingar verða innlagdir, aðrastaðni sukursjúkusjúklingar o.s.fr..

- Í Føroyum koma allir sjúklingar, og vit eru tí noyddar at seta okkum nágreiniliga inn í einstaka tilburðin, tosa við hinar serlæknarnar, og soleiðis seta okkum inn í viðurskiftini, lesa tilfar um ymiskt o.s.fr., sum ikki gera aðrastaðni.

- Tað er ógvuliga læruríkt siga tær báðar, og halda, at tað er ein góður háttur at læra meir um arbeiðið, hóast tær eru serlæknar í barnasjúkum, og hava holla útbúgving aftan fyri seg.