Flogbóltur
Tað var ikki væntandi, at føoysku flogbóltsliðini fingu trupulleikar av mótstøðuliðunum, sum tey høvdu mánadagin.
Gjørdu skjótt av
Menninir leiktu móti vertunum av Isle of Man, og úrslitið gjørdist ein tryggur 3-0 sigur til okkara. Tað bert 61 minuttir at basa vertunum, og sett úrslitini vórðu 25-13, 25-15 og 25-14.
Við sigrinum heldur manslandsliðið framvegis status sum ósigrað, og spurningurin er so, hvussu fer at gangast, tá teir skulu spæla móti Saaremaa. Hesir spældu annars móti Cayman oggjunum mánadagin, og eins og hjá Føroyum gjørdist talan um 3-1 sigur til Saaremaa, so tað tykist gerast ein spennandi dystur, tá hesi tørna saman.
Annars skal her gerast ein lítil rætting til greinina um flogbólt í blaðnum ígjár. Tá vit skrivaðu, at vit høvdu samrøðu við hin royna Suna Juul Pedersen, var hetta eitt mistak. Talan skuldi sjálvsagt verið um Suna Hansen.
Kvinnurnar halda stílin
Kvinnurnar spældu sín dyst móti Grønlandi, og har var heldur einki ivamál um, hvat av liðunum var hitt betra.
Einans 53 minuttir tók tað okkara kvinnum at gera av við mótstøðuna, og enn tykist liðið at halda beina kós móti fremsta plássinum í bólkinum, sum er so umráðandi fyri mótstøðuna í hálvfinalunum.
Settúrslitini hjá kvinnunum vóru 25-9, 25-15 og 25-17.