Tryggja støðugt vælferðarsamfelag

- Við Fólkaflokkinum til róðurs seinastu 14 árini eru skaptir tryggir karmar um eitt vinnulív, sum hevur tryggja eitt støðugt og trygt vælferðarsamfelag, segði Jørgen Niclasen, floksformaður á landsfundi Fólkafloksins leygardagin

Ein veljarakanning herfyri vísti, at Fólkaflokkurin fekk omanfyri 23% av atkvøðunum, og tað er sambært Jørgeni Niclasen tað mesta nakrantíð.

- Vit fóru til val við slagorðunum sjálvbjargni, útbúgving og at brúk skal verða fyri øllum, segði Jørgen Niclasen.

Hann vísti á, at fólkaflokshugsjónin altíð hevur verið greið. Tað hevur verið soleiðis, at fólk hava hugsað vinnu og fiskivinnu, og at flokkurin lítið leggur í onnur virði og hevur latið aðrar flokkar tikið sær av tí.

- Men við hjálp av góðum kreftum hava vit megnað at fingið fólkafloks hugsjónina inn á onnur øki eisini, segði Jørgen Niclasen.

Formaðurin legði stóran dent á, at tað skal loysa seg at arbeiða.

- Tað skal loysa seg. Ikki bara samfelagsliga, men eisini innan førleika og innan hugsjón, tí tað, sum loysir seg, er tað, sum skapar framburð og menning, segði Jørgen Niclasen.

Og júst hugsjónarliga heldur formaðurin, at flokkurin hevur flutt seg.

- Vit hava megnað at broytt hugsjónina til at tað í dag eisini eru fólk sum meta, at vit hugsa um tey bleytu virðini eisini, uttan at hava slept okkara grundsjónarmiðum, segði Jørgen Niclasen.

 

Fylgja við tøknini

Formaðurin kom eisini inn á tøknina og helt, at reint tøkniliga var Fólkaflokkurin eisini við á fremstu røð.

- Onkur heldur, at vit eru ein konservativur flokkur, men eisini tøkniliga eru vit í fremstu røð. Á alnótini eru vit fremst, og vit eru eisini fyrsti flokkur, sum sendir ein landsfund beinleiðis um alnótina, segði Jørgen Niclasen.

Síðani fortaldi hann søguna um gamla sørvingin, sum hevði fingið tráðleysa telefon, so nú kundu bandittarnir á Føroya Tele ikki slíta longur. Um tað var hesin sami sørvingurin, sum kendi seg illa til passar og ringdi til Marjus Dam, fyri at fáa linna, er ikki vist. Har kom kortini telefonsvarari til, so har var einki at gera. Hvussu sørvingurin rópti í hornið, fekst einki svar meir. Sonurin royndi at greiða frá, at tað var ein telefonsvarari, men gamli vildi ikki vita av hesum. Hatta var málið í Marjus, tað kenni eg, knevilin vil bara ikki svara mær aftur, pástóð hann.

Tað, sum formaðurin vildi hava fram í hesum sambandi var, at í báðum dømunum var talan um eldri fólk, sum onkusvegna eisini máttu fylgja við tíðini og tøknini.

 

Sova samgongu burtur

Formaðurin í Fólkaflokkinum nam síðani við samgongusamráðingarnar eftir valið.

- Vit fingu prógvað í filminum um teir báðar formenninar í vinstraflokkunum, at Tjóðveldi royndi at fáa eina samgongu við sambandið. Í ABC-samráðingunum hendi so tað, at eg fekk krím, og øll vita hvat hendir, tá politikarar leggja seg at sova: Tá teir vakna aftur, eru teir uttan fyri, og tað var hetta, sum hendi hjá mær ta ferðina, segði Jørgen Niclasen.

Hann helt kortini, at tað hevði hent allíkavæl, tí javnaðurin vildi sleppa úr tí hafti, sum Fólkaflokkurin hevði lagt teir í.

- Men tað, sum er vert at leggja til merkis, er, at við Fólkaflokkinum við róðrið seinastu 14 árini eru skaptir tryggir karmar og ein støðug menning. Vit hava fingið eina sterka og støðuga vinnu, sum aftur hevur skapt okkum eitt sterkt og støðugt vælferðarsamfelag, segði Jørgen Niclasen.

Hann undirstrikaði, at búskaparliga stendur væl til í Føroyum.

- Fram til ársskiftið høvdu vit ein tann sterkasta búskapin í Europa. Privatiseringarnar, sum vórðu framdar, hava ført til ein skuldarfrían landskassa, segði Jørgen Niclasen.

 

Atgerðarloysi

Sum kunnugt funnu Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi saman við Miðflokkinum, eina samgongu, sum alla tíðina rillaði og til endans skrædnaði.

- CHE-samgongan tók við sum eitt alternativ til okkum. Har vildi mann fyrst jarðleggja fiskivinnuna við at hálvera fiskidagarnar. Eingin visti hví eitt so ábyrgdarleyst uppskot varð lagt fram. Tað næsta var landbúnaðurin, sum skuldi hava toyggið, tí nú bendir alt á, at jarðbúnaðurin fer at virka sum onnur vinna, og so kom trongdin at leggja avgjald á fólk fram, segði Jørgen Niclasen.

Hann segði, at tað einasta CHE-samgongan hevði megnað, var at hækka skatt og avgjøld.

- Vit høvdu fíggjarlógir, sum góvu yvirskot. CHE-samgongan arbeiddi við einum uppskoti, sum hevði út við 400 milliónir krónur í undirskoti. Vit hava upplivað sjey mánaðir við atgerðarloysi, sum hevur ført til eitt fíggjarlógar undirskot, segði Jørgen Niclasen.

Hann segði, at tá tað lotar úr hanakjafti, plagar Tjóðveldi at stinga í sekkin og fara í land.

- Tað gjørdu teir í 2004, og tað hava teir aftur gjørt hesaferð, segði Jørgen Niclasen.

 

Gott skjal

Nýggjar samráðingar førdu til, at gamla ABC-samgongan varð endurskipað.

- Tað var neyðugt við einari arbeiðsførari samgongu. Tað verður neyðugt at taka tung tøk, og tað gerst ikki uttan eina arbeiðsføra samgongu aftan fyri, segði Jørgen Niclasen.

Hann metir, at flokkurin kom langt við samráðingunum, og at nógv kom við í samgonguskjalið. Men tó var trupult at býta málsøkini, tí javnaðurin og sambandið rottaðu seg saman móti Fólkaflokkinum.

- Hóast tað, so kom nógv butrur úr kortini, og vit fingu trý týdningarmikil mál at umsita, uttanríkismál, fiskivinnumál og innlendismál, segði Jørgen Niclasen.

Formaður Fólkafloksins heldur eisini, at talan er um eitt sera gott samgonguskjal.

- Vit hava fingið eitt sera gott samgonguskjal, sum liggur ógvuliga tætt upp at stevnuskrá okkara. Vit kunnu næstan halda báðum skjølunum upp móti hvørjum øðrum og siga: Finn fimm feilir, helt Jørgen Niclasen skemtandi fyri.

Hann segði, at einki var at ivast í, at nógv av hjartamálunum hjá flokkinum, sum dentur varð lagdur á í valskránni, eru við í samgonguskjalinum í dag.

- Sjálvandi hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin eisini havt síni fingramerki á, men her er talan um eitt samgonguskjal, sum veruliga vil bera okkum fram á leið, segði Jørgen Niclasen.