Umhvørvi
Norðurlensdku stjórnarleiðararnir hava sagt seg vera ótryggar viðvíkjandi bretska kjarnorku endurvinningarverkinum Sellafield. Teir óttast fyri, at geislavirknir lekar kunnu fara at skaða strandaumráðini nærindis verkinum.
?Tað er eiingin ivi um, at ótryggleikin um lekar er stórum hjá íbúgvunum fram við strondunum nærindis Sellafield, staðfesti norski forsætisráðharrin, Kjeld Magne Bondevik á tíðindafundi í samband við Norðurlandaráðsfundin.
Hann nevndi, at Norðanlond nú í felag samstarva gjøgnum umhvørvisráðharrar sínar við slíkum málum, samstundis sum hann vísti til konventiónina frá 1998, sum ásetir reglur fyri, hvussu spurningar av hesum slagnum skulu handfarast í altjóða høpi.
Stjórnarleiðararnir viðgjørdu eisini norðurlendsa skipaferðslu við selrigum atliti til ta aktuellu kreppuna, sum stóra norska Kværnersamtaki í løtuni er í.