Tryggur Fleyr-sigur

Oddaliðið í mansflogbólti hevði ongar trupulleikar í heimadystinum móti ÍF
3-0 gjørdist úrslitið í dystinum, har ÍF einans vann 34 bóltar mótvegis teimum 75, sum Fleyr vann.
Tá verður tosað um bank í flogbólti, og sum so undirstrikaði hetta eisini styrkina, sum Fleyr tykist at hava. Enn halda teir í øllum førum rimmar-fast um oddasessin í deildini, og spurningurin tykist vera, hvørt nakað av hinum liðunum veruliga hevur styrkina at bjóða teimum av.