Meistararnir úr Klaksvík hava í kvøld vunnið ársins fyrsta sigur á heimavølli.
Í summarveðrinum í kvøld var EB/Streymur á vitjan hjá KÍ, og gestirnir rigga nú til at fara úr Klaksvík við 3-0 tapi. Hálvleiksstøðan var 2-0.
Einasta málið í seinna hálvleiki skoraði innskifti Jonn Johannesen fram ímóti dystarenda, tá ið hann við høvdinum sendi bóltin í málið, eftir at Jóannes Bjartalíð við hornasparki hevði lagt innfyri úr høgru.
KÍ var nógv meiri á bóltinum enn gestirnir, men EB/Streymur megnaði alla tíðina at varðveita skipað verjuspæl, hóast tað mesta, sum seinni hálvleikur leið, gekk fyri seg á EB/Streyma hálvuni, og tað vóru nógvar spentar støður í brotsteiginum.
Ole Erik Midtskogen er keyptur til Klaksvíkar at skjóta mál. Í fjórðu royndini í landskappingini eydnaðist tað. Eftir langa sending fram í brotsteiginum eydnaðist tað norska álopsspælaranum at sneiða seg leysan, og eitt sindur úr høgru sendi hann bóltin í handara síðunetið.
Jóannes Bjartalíð økti til 2-0, tá ið hann umsetti brotsspark til mál. Tað var Ole Erik Midtskogen, sum vann brotssparkið í høgru.
Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 9 stig, og at EB/Streymur hevur trý stig fyri 2-0 sigurin ímóti TB síðsta leygardag.
-Kanska kundi eg havt skorað fleiri mál, tí tað vóru fleiri málmøguleikar, men eg eri fegin um málið, sum eg skoraði. Tað var heppið at verða innskiftur, tá ið mótstøðumenninir vóru moyrir, tí tá var tað lættari at vinna møguleikar, sigur Jonn Johannesen, sum varð skiftur inn fyri Páll A. Klettskarð og skoraði til 3-0..
Hvussu eru tit nøgdir við spælið?
-Tað gongur rætta vegin, og í kvøld var liðavrikið á góðari leið, heldur 18 ára gamli Jonn Johannesen, sum hevur verið við í øllum fýra landskappingardystunum higartil. Tríggjar ferðir er hann skiftur inn, og einaferð er hann skiftur út.
Higartil hevur hann spælt 29 ferðir í bestu deildini, og málið í kvøld var tað triðja higartil.
Hóast hansara menn taptu 3-0, so var EB/Streymavenjarin Jákup Martin Joensen ikki misnøgdur:
-Vit spældu ímóti føroyameistarunum á teirra heimavølli. Vit vóru greiðir yvir, hvussu hetta fór at taka seg upp, og hóast vit taptu 3-0, so eri eg væl nøgdur við avrikið. Okkara lið er nýtt og ungt, og tað fer at verða uppaftur betri, tá ið vit fara at megna at varðveita bóltin meiri frammi á vøllinum, sigur Jákup Martin Joensen.
KÍ - EB/Streymur 3-0 (2-0)
1-0: Ole Erik Midtskogen
2-0: Jóannes Bjartalíð br
3-0: Jonn Johannesen
Dómari: Bjarki Danielsen
KÍ: Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen – Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni (Boris Dosljak, 61.), Jákup B. Andreasen, Patrik Johannesen – Ole Erik Midtskogen (Jesper Brinck, 46.), Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 77.)
Gult kort: Eingin
Venjari: Mikkjal Thomassen
EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Andras Ó. Olsen (Mikkjal Hellisá, 68.), Árni G. Olsen, Ragnar B. Danielsen – Gutti Dahl-Olsen (Niklas Kruse, 55.), Símun Sólheim (Rói H. Olsen, 77.), Magnus Jarnskor, Fannhard Olsen, Teitur D. Olsen – Magnus Heinason
Gult kort: Ragnar B. Danielsen, Teitur D. Olsen, Fannhard Skoradal
Venjari: Jákup Martin Joensen