VÍF-H71 31-25 (21-10)
VÍF gjørdi skjótt av, tá H71 vitjaði í Vestmanna sunnudagin. Eftir 10 minuttum var støðan 9-1, og so var restin av dystinum bert ein spurningur um at fáa tíðina at ganga sum frægast.
Lítil ferð var á spælinum, og yvirhøvur tóktust allir leikararnir á vøllinum at ásanna, at stigini skuldu verða verandi í Vestmanna, og tað vórðu tey so eisini.
Fyri heimaliðið gjørdist Áki Olsen toppskjútti við 9 málum, meðan Halgir Dahl Olesen gjørdi 8 av málunum hjá H71