Tryggvi Ólafsson í Listaskálanum

Leygardagin 6. februar klokkan 16 letur upp framsýning. Tryggvi Ólafsson vitjar Listasavn Føroya og verk hansara eru heldur øðrvísi, enn vit vanliga síggja, tey eru nevniliga í ætt við tað, ið kallast pop-art.

Íslendski listamaðurin Tryggvi Ólafsson vitjar Listasavn Føroya í hesum døgum og leygardagin letur upp framsýning við verkum hansara. Talan er um málningar og steinprent.

List hansara er í ætt við pop-art, tó øðrvísi enn tann eyðkenda amerikanska pop-listin. Tryggvi savnar, tilvildarliga og tilætlað, myndir, lutir og onnur brot av umheiminum og málar tey saman til kompositiónir - til óvæntaðar yrktar samansetingar.

Myndamálið er frásøgukent, men byggir eisini á eina sermerkta kolorismu við mótsetningslitum í stórum flatum.

Tryggvi Ólafsson er føddur í Neskaupstaði í Íslandi í 1940. Hann er útbúgvin í Reykjavík og í Keypmannahavn. Hann sýndi fyrstu ferð fram í 1963 og hevur síðani verið á mongum sýningum í mongum londum. Hann hevur eisini myndprýtt bygningar í Íslandi og í Danmark og hann er í dag umboðaður á 14 søvnum í Norðurlondum.

Tryggvi Ólafsson hevur eisini gjørt dokumentarfilm um lærara sín S. Hjort Nielsen, saman við filmstjóranum H.H. Jørgensen í 1976.

Eisini er filmur gjørdur um Tryggva Ólafsson í 1984, nevndur "Struktur, Balance, Farve". Ein bók um list hansara kom út í 1987.

Tryggvi Ólafsson hevur búð í Danmark í 30 ár.