Hóast flogferðirnar yvir afrikanskari jørð eru bara fýra prosent av øllum flogferðum í heiminum, hendir triðja hvør flogvanlukka har. Tað kom fram á einari ráðstevnu um flogtrygd, sum hevur verið í vesturafrikanska landinum Togo teir seinastu dagarnar.
Á ráðstevnuni samdust londini um at leggja størri dent á trygdina og at samstarva, tá vanlukkur skulu kannast.
Umboðini vóru á einum máli um, at nógv flogfør, sum flúgva í Afrika, eru ótíðarhóskandi, viðlíkahaldið er ikki nóg gott, og trygdarreglur verða ikki fylgdar. Harafturat er tilbúgvingin í sambandi við vanlukkur ikki nøktandi, skrivar Reuters.