Trygt á odda

Um tjóðartingsval var í Bretlandi í dag, so hevði Konservativi flokkurin fingið nærum aðru hvørja atkvøðu. Tað vísir ein veljarakanning, ið Comres hevur gjørt fyri bretsku bløðini the Sunday Mirror og the Independent, ið gevur flokkinum 48 prosent av atkvøðunum.


Labour flokkurin, stóri andstøðuflokkurin, hevði fingið 30 prosent at atkvøðunum, Liberal Democrats hevði fingið 10 prosent og UKIP hevði fingið 5 prosent.


Hóast Labour flokkurin harvið er átjan prosentstig aftanfyri Konservativa flokkin, so kann floksleiðslan fegnast um, at Labour flokkurin er einasti flokkur við framgongd frá seinastu veljarakanning hjá Comres. Konservativi flokkurin, Liberal Democrats og UKIP hava nevniliga øll eina afturgongd á tvey prosentstig, meðan Labour flokkurin hevur eina framgongd á fimm prosentstig frá seinastu veljarakanning hjá stovninum.


2.007 bretar tóku lut í veljarakanningini, har tey blivu spurd um hvar tey seta krossin á tjóðartingsvalinum 8. juni.