Í gjárkvøldið var nógv virksemi í Syðrugøtu, tá myndamaðurin koyrdi framvið. G-festivalurin stendur fyri durum, og væl sást, at tað var nógv sum skuldi fáast uppá pláss til hetta tiltak.
Men á spæliplássinum í Syðrugøtu, sum eisini er kent sum pallur til tónleikin á G!, vóru menn ígongd við annað, enn fyrireikinar til tónleikin. Hesir vóru í gongd við at seta eitt spælipláss upp, sum sjálvandi eisini kemur at standa klárt, tá øll tiltøkini verða í Syðrugøtu um vikuskiftið.
Eysturkommuna, hevur raðfest at fáa dagført flest øll spæliplássini í kommununi, og nú er so skjøtul settur á. Tað er fyritøkan VILT sp/f, ið stendur fyri søluni og uppsetanini av spæliplássinum í Syðrugøtu.
Nógv hevur seinastu tíðina verið skrivað og tosað um trygdina á spæliplássum, og Eysturkommuna hevur eisini gjørt sítt til at fylgja hesum rákið. Fleiri gamlar leikur eru tiknar niður, og nú verður so byrjað við at seta nýggjar uppaftur, og eru hesar allar TUV-góðkendar. TUV-tyskur standardur, sum er kendur um allan heimin, og sostatt er trygdin á spæliplássinum sum hon skal, nú fólk savnast í Gøtu um vikuskiftið.